Fótbóltur

Europa League: FCK og Manchester United hittast í fjórðingsfinaluni

Danska høvuðsstaðarfelagið setti í gjárkvøldið turkisku meistararnar uppá pláss í Parkini.

Rasmus Falk hevur her skorað til 3-0. Jonas Wind (23), ið legði upp til hetta málið, skoraði hini bæði í 3-0 sigrinum (Mynd: EPA)

Rasmus Falk hevur her skorað til 3-0. Jonas Wind (23), ið legði upp til hetta málið, skoraði hini bæði í 3-0 sigrinum (Mynd: EPA)

2020-08-06 11:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiskur fótbóltur fór í gongd aftur í gjárkvøldið, og talan gjørdist um eitt sera gott kvøld fyri FCK og danskan fótbólt.

Eftir 1-0 tapið í Istanbul beint fyri koronastegðin sá tað tungt út hjá liðnum hjá Ståle Solbakken, ið ikki hevði møguleikan at hava nakrar áskoðarar í Parkini í gjárkvøldið. FCK hevur havt eitt minni gott kappingarár í Superliguni, meðan umstrídda Basaksehir vann sítt fyrsta turkiska meistaraheitið. Men liðið við millum annað Gael Clichy, Martin Skrtel og Demba Ba millum teir fyrstu ellivu megnaði lítið móti FCK.

[object Object]Tað gjørdist næstan beinanvegin 1-0 til FCK (Mynd: EPA)

[object Object]
Demba Ba á grasinum í Parkinum (Mynd: EPA)

Jonas Wind, ið fyri stuttum er vendur aftur frá skaða, legði heimaliðið á odda longu eftir tríggjar minuttir við frálíkum stútara. FCK var greitt omaná fyrru hálvu av seinna hálvleiki, har Wind tíðliga økti við brotssparki. Nú vóru leyvirnar á veg víðari, og beint eftir at ein tími var leiktur sendi ein sera vælleikandi Rasmus Falk bóltin í málið av brotsteigarmarkin. Eftir hetta hevði útiliðið nakrar vandamiklar støður, men tað gjørdist ongantíð heilt spennandi aftur. Turkiski venjarin segði eftir dystin, at liðið hevði brúkt ov nógv orku seinastu tíðina at fegnast um meistaraheitið, at FCK var greitt betri á degnum, men gramdi seg samstundis um at hart fýrverk hevði órógvaði hópin tvær reisur náttina fyri dystin - hetta var Okan Buruk misnøgdur við. FCK hevði meira yvirskot og spældi seg fyri fyrstu seg í søgu felagsins í eina evropeiska fjórðingsfinalu. 

[object Object]
Wind var tryggur úr ellivu metrum (Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Har skal FCK spæla ímóti Manchester United. Harvið verða tað norsku venjararnir og fyrrverandi landsliðsliðfelagarnir, Ole Gunnar Solskjær og Ståle Solbakken, ið skulu standa yvirfyri hvørjum øðrum í Köln mánakvøldið - frá fjórðingsfinaluni verða allir dystirnir leiktir í Týsklandi. United hevði so at siga spælt seg víðari áðrenn koronasteðgin við 5-0 sigri í Eysturríki. Í gjár sluppu leikarar, ið vanliga eru á bonkinum frá byrjan, framat. Tað sást, at lítið var at spæla fyri, og LINZ legði seg á odda við frálíkum langskoti. Mál frá Jesse Lingard og innskifta Anthony Martial tryggjaðu tó United sigurin.

[object Object]
Solbakken...(Mynd: EPA)

[object Object]
...móti Solskjær (Mynd: EPA)

Í Gelsenkirchen skoraðu Romelu Lukaku og innskifti Christian Eriksen málini, tá Inter spældi seg víðari móti Getafe. Shakhtar skoraði trý mál seint í dystinum og sendi Wolfsburg út. Í kvøld skulu hini fýra liðini í fjórðingsfinalunum finnast. 

Europa League áttandapartsfinalur
FCK - Istanbul Basaksehir 3-0 (1-0) - 3-1 samanlagt
Shakhtar Donetsk - Wolfsburg 3-0 (0-0) - 5-1 samanlagt
Manchester United - LASK 2-1 (0-0) - 7-1 samanlagt
Inter - Getafe 2-0 (1-0) - leiktur á uttanveltaðum vølli (bert ein dystur)

Í kvøld: 
17.55: Leverkusen - Rangers (3-1)
           Sevilla - AS Roma  - leiktur á uttanveltaðum vølli (bert ein dystur)

20.00: Basel - Frankfurt (3-0)
           Wolves - Olympiakos (1-1) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder