Fótbóltur

Føroyskur landsliðsspælari í sóttarhaldi

Gilli Rólantsson venur ikki við norska liði sínum tí hann hevur havt samband við koronusmittaðan persón.

Gilli Rólandsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólandsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-07 16:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski landsliðsleikarin í bergenska liðnum Brann í bestu norsku fótbóltskappingini, hevur hildið set heima seinastu dagarnar og hevur fingið boð frá felagi sínum um at gera tað til hann er vorðin testaður.

Tað skrivar norska TV2 í dag.

- Gilli boðaði okkum frá beinenvegin, og hann hevur ikki verið á leikvøllinum síðan, sigur Runa Soltved, ítróttastjóri hjá Brann við heimasíðuna hjá felagnum.

Læknin hjá Brann uppýsir fyri TV2, at føroyski landsliðsleikarin ongi sjúkraeyðkenni hevur.

- Gilli hevur gjørt alt rætt í hesi støðuni. Hann boðaði okkum frá beinanvegin, í veruleikanum áðrenn hann kom í samband við nakran, sum kundi ávísa honum til test. Vit hava tí tamarhald á støðuni og vita, at Gilli ikki hevur havt samband við nakran frá liðinum eftir at hann kom í samband við smittuna, sigur læknin, Magnus Myntevik við TV2.

Gilli Rólantsson hevur spælt 35 dystir og skotið eitt mál fyri føroyska landsliðið, men hevur ikki verið fastur maður á Brann-liðnum seinastu tíðina. Hann er komin inn av útskiftingarbeinkinum í fimm dystum higartil hetta kappingarárið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder