Fótbóltur

KÍ er nýtt oddalið í Betrideildini

Á einum minni góðum degi hjá føroyameistarunum móti einum stríðsfúsum og hamskiftum Skála-liði, var tað eitt mál uppá deyðbólt, sum avgjørdi dystin.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-15 22:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 2. august vann KÍ 6-0 á Skála, og sigurin var ikki eitt mál ov lítil. Hetta var minni enn eitt samdøgur eftir, at tað gjørdist greitt, at Sorin Anghel var nýggjur høvuðsvenjari hjá Skála.

Í kvøld var fyrsti dystur hjá liðnum síðani 23. august, men tað var týðiligt, at talan er um eitt øðrvísi Skála-lið. Heimaliðið hótti sjáldan KÍ, men stóð væl á vøllinum og lat ikki teir í bláum og hvítum sleppa til nógvar upplagdar málmøguleikar.

Hjá KÍ vóru fýra broytingar í mun til 2-1 sigurin hjá HB leygardagin. Heini Vatnsdal var spardur, Jesper Brinck var á bonkinum allar 90 minuttirnar, og Ole Erik Midtskogen og Patrik Johannesen komu ikki inn fyrr enn í hálvleikinum. Deni Pavlovic var fluttur aftur í miðverjuna, Ísak Simonsen og Boris Dosljak byrjaðu fyri fyrstu ferð í longri tíð, og David Skrbec og Abubakar Aliyu Ibrahim vóru við frá frá byrjan fyri fyrstu ferð. Hetta eydnaðist ikki serliga væl, og leikarar sum Jóannes Bjartalíð og Páll Klettskarð vóru heldur ikki á sínum vanliga støði. Í fyrra hálvleiki kom júst Bjartlalíð í tvær skotstøður, men skeyt í báðum førum uppum og ein annars ósjónligur Dosljak hevði ein stútara omanfyri.

Skála fekk stressað KÍ væl, men tað var meiri broddur á álopsspælinum hjá útiliðnum eftir steðgin. Innskiftingarnar gjørdu mun, tað luktaði eitt sindur meira av einum máli, og tá ein tími var leiktur sendi Jóannes Bjartalíð eitt gott og hart fríspark inn í brotsteigin, ið Deni Pavlovic stútaði framvið Bárði á Reynatrøð í Skálamálinum.

Skála, ið var uttan sín toppskjútta Jan Ingason, fekk ikki noytt Kristian Joensen at gera bjargingar, men tá KÍ ikki fekk latið hurðina aftur við einum 2-0 máli kom eitt fínt trýst ímóti endanum. Teir appelsinlittu hildu fram at stríðast væl, men tað endaði 1-0 undir Mýruhjalla.

Trý stig var tað, ið KÍ kom eftir, og nú er liðið hjá Mikkjali Thomassen oddalið, hóast spælið og avrikið ofta hevur verið meira sannførandi. Venjarin hjá Skála var errin av sínum monnum, ið hava níggju dystir eftir til at bjarga sær.

19. umfar í Betrideildini
Týsdagin 15/9
Skála - KÍ 0-1 (0-0)
60' Deni Pavlovic (Jóannes Bjartalíð)


Støðan í Betrideildini
1. KÍ 47 stig ** Ein dyst fleiri 
2. HB 46 stig (18 dystir)
3. NSÍ 38 stig (18 dystir)
4. B36 37 stig *
5Víkingur 35 stig ** 
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig **
8. TB 13 stig **
9. AB 7 stig **
10. Skála 2 stig *

*Ein dyst færri 
** Ein dyst fleiri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder