Fótbóltur

NSÍ vann trygt á EB/Streymi

Liðið hjá Glenn Ståhl hevur í løtuni fýra stig niður til 4. plássi og sjey stig upp til oddasessin.

Klæmint Andrasson Olsen skoraði tvey tey fyrstu málini hjá NSÍ og hevði møguleikan at skora hattrikk men brendi brotsspark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen skoraði tvey tey fyrstu málini hjá NSÍ og hevði møguleikan at skora hattrikk men brendi brotsspark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-19 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ skúgvaði í kvøld EB/Streym til viks við Løkin og heuvr nú vunnið allar dystirnar í ár móti EB7Streymi - tríggjar í Betrideildini umframt áttandapartsfinaluna á EB/Streymi (eftir brotsspørk). Útiliðið hevði annars fleiri málroyndir, men NSÍ var effektivari og hevði meira góðsku framamnfyri málinum. Eftir eitt korter fann Petur Knudsen, tað gjørdi hann eisini miðskeiðis í 1. hálvleiki, og í báðum førum skoraði Klæmint Andrassson Olsen.

Fimm minuttir fyri hálvleik bleiv 2-1, tá NSÍ gjørdi sjálvmál, men í 2. hálvleiki skoraði NSÍ eisini tvær ferðir, meðan EB/Streymur einki fekk. Danin Jesper Christjansen økti um munin, so at hann aftur gjørdist tvey mál, og Búi Egilsson fekk seinasta orðið. Løtu eftir 4-1 málið fekk Klæmint Andrasson Olsen møguleikan at skora hattrikk. Fyri viku síðani skoraði liðformaðurin við brotssparki móti B36, men í kvøld eydnaðist tað ikki hjá rituvíkinginum, ið annars er í málformi.

NSÍ er á triðja plássið, ið kann geva evropeiskt plás, og B36 skal nú av álvara jagstra. Liðið hjá Glenn Ståhl er ikki so langt frá 1. plássinum, eftir at KÍ spældi javnleik í dag og sigurin hjá teimum gul-svørtu í kvøld, tó at tað tykist ósannlíkt, at NSÍ av álvara kann blanda seg í FM-stríðið aftur.


Tríggir dystir verða leiktir í morgin.

20 umfar í Betri deildini

Í dag - 19. september
NSÍ - EB/Streymur 4-1 (2-1)
15' Klæmint Olsen 1-0
22' Klæmint Olsen 2-0
41' Sjálvmál 2-1
63' Jesper Christjansen 3-1
77' Búi Egilsson 4-1

TB - KÍ 0-0

Í morgin - 20. september
B36 - AB (14:00)
Víkingur - Skála (15:00)
HB - ÍF (18:30)

Støðan

1. KÍ 48 stig (20 dystir) 
2. HB 46 stig (18 dystir)
3. NSÍ 41 stig (19 dystir)
4. B36 37 stig (17 dystir)
5Víkingur 35 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. TB 14 stig (20 dystir)
9. AB 7 stig (19 dystir)
10. Skála 2 stig (18 dystir)





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder