Fótbóltur

Andrass tvífaldur málskjútti í tryggum B36-sigri

18-ára gamli áleyparin fekk møguleikan frá byrjan og skoraði bæði málini, ið komu í seinna hálvleiki, har AB annars var rímiliga væl við.

Andrass Johansen - her í dyst móti TB - sló til í dag, tá hann fekk møguleikan frá byrjan (Mynd: Bjarni Enghamar)

Andrass Johansen - her í dyst móti TB - sló til í dag, tá hann fekk møguleikan frá byrjan (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-09-20 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 greiddi fyri løtu síðani skyldu, tá AB vitjaði. Tað var uttan liðformannin Sørin Samuelsen, ið hevði leikbann vegna ov nógv gul kort. Árstalsfelagið skuldi hava trý stig fyri at fylgja við í oddinum. Hetta var mitt ímillum evropeiskar uppgávur, og hetta ávirkaði, hvussu Jákup á Borg og hansara toymi høvdu valt at seta liðið: Liðformaðurin Andrias Eriksen og Michal Przybylski vóru á bonkinum allar 90 minuttirnar, og Alex Mellemgaard og Sebastian Pingel vóru als ikki í hópinum. Stefan Radosavljevic hevði leikbann.

Hetta gav møguleikan til Erling Dávidsson, Andreas Thomsen, Hannes Agnarsson og Andrass Johansen í byrjanaruppstillingini. Tað var heimaliðið, ið var omaná frá byrjan á Tórsvølli, og miðskeiðis í 1. hálvleiki kastaði Sonni Ragnar Nattestad seg fram, eftir at Árni Frederiksberg legði horna innfyri úr vinstru, og høgi miðverjin stútaði bóltin væl í málið aftanfyri Silas Eyðsteinsson. 

Løtu seinni fekk Silas forðað fyri, at Sonni aftur skoraði í samband við stútara eftir hornaspark. Málverjin hjá AB fekk tó einki gjørt við stútaran hjá Andrassi Johansen tíðliga í 2. hálvleiki. B36 helt trýstið væl, Hannes legði væl innfyri úr høgru, og har kom 18-ára gamli leikarin við 20-talinum á rygginum væl upp til bóltin. 2-0 og B36 á veg móti tryggum sigri.

Hetta gjørdist tað eisini talan um, hóast AB var betri við í sjálvum spælinum eftir steðgin. Argjmenn hóttu innímillum B36. Í 1. hálvleiki høvdu Adeshina Lawal og Bjarni Skála høvdu havt góðar møguleikar fyri steðgin, og teir vóru eisini íblandaðir, tá AB fekk bóltin í B36-málið. Dømt var tó fyri frísparki, og helst hevur Lawal verið mettur at rangstaddur. Fríspark kundi tað ikki vera ímóti málverjanum, tí Rói Mørk Hentze kom buldrandi út í tveir av sínum egnum leikarum, áðrenn hann fór umkoll og argjamenn fingu bóltin í málið. Hetjan frá brotssparkskappingini mikudagin noyddist út eftir støðuna, og Símun Rógvi Hansen avloysti hann.

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar eftir hetta, men Andrass fekk seinasta orðið í yvirtíðini, tá ein bóltur datt til hann í AB-brotsteignum. Spennandi álopskendi leikarin hevur nú skorað trý mál í Betrideildini - øll ímóti AB. Í fjør avgjørdi Andrass Johansen dystin í 3. umfari á Argjum, tá hann seint í dystinum skoraði til 2-1.

B36 hevur nú eitt stig færri enn NSÍ, ið er á 3. plássi, men hevur ein dyst færri. Liðið hjá Jákupi á Borg, sum hósdagin skal spæla í 3. umfari í Europa League í Bulgaria, er átta stig frá oddasessinum í løtuni.

20 umfar í Betri deildini

Í dag 20. september
B36 - AB 3-0 (2-0)
22' Sonni Ragnar Nattestad (Árni Frederiksberg) 1-0
53' Andrass Johansen (Hannes Agnarsson) 2-0
90' Andrass Johansen 3-0

B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze (70' Símun Rógvi Hansen) - Benjamin Heinesen, Erling Dávidsson, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg (L), Ragnar Samuelsen (46' Brian Jakobsen), Hannes Agnarsson (66' Martin Agnarsson) - Brian Jakobsen

Venjari: Jákup á Borg


AB (4-2-3-1): Silas Eyðsteinsson - Dánjal Reginsson, Tróndur Jóannesarson á Høvdanum (88' Leivur Fossdal Guttesen), Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson - Jákup Pauli Breckmann, Rógvi Nónsgjógv Poulsen (77' Jónas Stenberg) - Gilli Róason, Jasper van der Heyden, Bjarki Nielsen - Adeshina Lawal (77' Hans Jákup Annfinsson)

Venjarar: Símun Samuelsen og Tonny Brimsvík

 

(15:00) Víkingur - Skála (1-1)


HB - ÍF (18:30)


Í gjár- 19. september
NSÍ - EB/Streymur 4-1 (2-1)
15' Klæmint Olsen 1-0
22' Klæmint Olsen 2-0
41' Sjálvmál 2-1
63' Jesper Christjansen 3-1
77' Búi Egilsson 4-1

Les eisini: NSÍ vann trygt á EB/Streymi

TB - KÍ 0-0

Les eisini: KÍ snávaði í Trongisvági

Støðan

1. KÍ 48 stig (20 dystir) 
2. HB 46 stig (18 dystir)
3. NSÍ 41 stig (19 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5Víkingur 35 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. TB 14 stig (20 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 2 stig (18 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder