Fótbóltur

HB er aftur oddalið

Tað var málríkt á Tórsvølli í kvøld. Uros Stojanov sló tvær ferðir til fyri ÍF, men Mikkel Dahl skoraði tvey fyri heimaliðið, og HB vann uppiborið.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2020-09-20 20:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 20. umfari í Betrideildini varð leiktur á Tòrsvølli í kvøld. HB hevði vitjan av ÍF, og hóast fuglfirðingar hildu veruligan spenning í dystinum til nakað inn í 2. hálvleik, so var eingin ivi um, at teir í reyðum og svørtum vóru omaná, og teir tóku oddasessin við 4-2 sigri. 

Leiðslumálið kom eftir tjúgu minuttir. Tað var vandamikli Mikkel Dahl, ið væl fekk stýrt einum innleggi úr høgru frá Mathiasi Nygaard. í longra málhorn. Uros Stojanov dugir tó eisini við høvdinum, og eftir innlegg frá Hans Jákup Lervig í høgru, vann serbiski áleyparin tvídystin við Daniel Johansen við aftaru stong. Hetta var ein góð løta fyri ÍF, sum royndi at halda uppá bóltin og skapa, men so tók HB yvir aftur. Mathias Nygaard dugir eisini at skora mál, og eftir uppsæl í høgru fekk Dahl lagt av til hin danan í byrjunaruppsttillingini til høgru í brotsteignum, og skotið hjá honum var gott.

2-1 málið kom tíggju minuttir fyri hálvleik, men liðini vóru als ikki liðug at undirhald. Beint sum yvirtíðin byrjaði slapp Bartal Wardum at standa púra fríur, tá Adrian Justinussen sendi horna inn úr vinstru - ÍF vildi hava fríspark í støðuni fyri eitt skump. Hóast stútarin fór mitt í málið og ikki var serliga harður, so megnaði Jákup Nolsøe Olsen ikki at verja fyri. ÍF svaraði tó beinanvegin aftur. Samuel Chukwudi fekk tikið sær av einum langum bólti, ið fór springandi inn í brotsteigin, har Uros aftur var til reiðar. Hetta var mál nummar 13 hjá áleyparanum í ár - hann er nú javnsettur toppskjútti við Jóannes Bjartalíð.

Í seinna hálvleiki kom eitt mál. Tað var Mikkel Dahl, ið stýrdi einum góðum innleggi frá Daniel Johansen í ÍF-málið. Eftir hetta kom spenningur ongantíð í dystin aftur. ÍF royndi, men HB var ofta nær við 5-2 og koyrdi sigurin trygt í hús. KÍ spældi málleysan javnleik móti TB í gjár, og harvið er HB nú eitt stig frammanfyri, hevur ein dyst færri og harvið alt í sínum hondum. 

20 umfar í Betri deildini

HB - ÍF 4-2 (3-2)
20' Mikkel Dahl (Mathias Nygaard) 1-0
31' Uros Stojanov (Hans Jákup Lervig) 1-1
36' Mathias Nygaard (Mikkel Dahl) 2-1
45' Bartal Wardum (Adrian Rúnason Justinussen) 3-1
45' Uros Stojanov 3-2
54' Mikkel Dahl (Daniel Johansen) 4-2 


Víkingur - Skála 2-1 (1-0)
44' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 1-0
52' Ronni Møller-Iversen 1-1
90' Bogi Reinert-Petersen 2-1

Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Geza David Turi (76' Arnbjørn Svensson), Bogi Reinert-Petersen - Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen - Finnur Justinussen

Skála (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Jonhard Frederiksberg, Teitur Reinert Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Hjalti Strømsten (90' Jóhann Bergson Johansen) - Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen - Heðin Klakstein (72' Aksel Bjartalíð Danielsen), Ronni Møller-Iversen, Poul Kallsberg - Andreas Egeberg Jacobsen (80' Erland Berg Danielsen) 


B36 - AB 3-0 (2-0)
22' Sonni Ragnar Nattestad (Árni Frederiksberg) 1-0
53' Andrass Johansen (Hannes Agnarsson) 2-0
90' Andrass Johansen 3-0

Les eisini: Andrass tvífaldur málskjútti í tryggum B36-sigri

B36 (4-2-3-1): 
Rói Mørk Hentze (70' Símun Rógvi Hansen) - Benjamin Heinesen, Erling Dávidsson, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg (L), Ragnar Samuelsen (46' Brian Jakobsen), Hannes Agnarsson (66' Martin Agnarsson) - Brian Jakobsen

Venjari: Jákup á Borg


AB (4-2-3-1): Silas Eyðsteinsson - Dánjal Reginsson, Tróndur Jóannesarson á Høvdanum (88' Leivur Fossdal Guttesen), Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson - Jákup Pauli Breckmann, Rógvi Nónsgjógv Poulsen (77' Jónas Stenberg) - Gilli Róason, Jasper van der Heyden, Bjarki Nielsen - Adeshina Lawal (77' Hans Jákup Annfinsson)

Venjarar: Símun Samuelsen og Tonny Brimsvík


Í gjár- 19. september
NSÍ - EB/Streymur 4-1 (2-1)
15' Klæmint Olsen 1-0
22' Klæmint Olsen 2-0
41' Sjálvmál 2-1
63' Jesper Christjansen 3-1
77' Búi Egilsson 4-1

Les eisini: NSÍ vann trygt á EB/Streymi

TB - KÍ 0-0

Les eisini: KÍ snávaði í Trongisvági

 

Støðan

1. HB 49 stig (19 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir) 
3. NSÍ 41 stig (19 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5Víkingur 38 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (19 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. TB 14 stig (20 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 2 stig (19 dystir)

placeholder

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder