Fótbóltur

KÍ kann síggjast í Kringvarpinum - B36 í Televarpinum

Dystirnir hjá føroysku liðunum í triðja umfari í Europa League í annaðkvøld verða vístir beinleiðis.

Eingir áskoðarar sleppa á Tórsvølli, og eingir føroyskir áskoðarar, uttan teir ið eru knýttir at B36, eru við í Sofia. Tó kunnu báðir dystirnir siggjast (Mynd: Sverri Egholm)

Eingir áskoðarar sleppa á Tórsvølli, og eingir føroyskir áskoðarar, uttan teir ið eru knýttir at B36, eru við í Sofia. Tó kunnu báðir dystirnir siggjast (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-23 20:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld skulu B36 og KÍ aftur í evropeiska eldin. Tað er í 3QR í Europa League. KÍ tekur ímóti Dinamo Tbilisi á Tórsvølli - B36 vitjar hjá CSKA Sofia í Bulgaria. 

Eins og undanfarnu dystirnir hjá B36 í Europa League í ár, verður hesin vístur  beinleiðis og ókeypis á Rás 1 í Føroyum. Hesum boðar B36 frá.

Hyggjarar uttanfyri Føroyar - undantikið í Bulgaria - kunnu eisini síggja dystin beinleiðis á aðrari rás hjá Televarpinum fyri 39 krónur.

Fyrsta bríks í Bulgaria verður klokkan 18 føroyska tíð.

[object Object]Dramaði millum B36 og The New Saints var at síggja í Televarpinum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og Kringvarpið hava gjørt avtalu um at vísa dystin í Europa League hóskvøldið. Tað hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag boðað frá í vikuni: 

- Tíverri sleppa eingir áskoðarar til dyst á Tórsvølli, men dysturin verður vístur í Kringvarpinum eftir Dag & Viku. Av tí at D&V er kl. 19, tá dysturin byrjar, kunnu tey, sum vilja, síggja dystin frá byrjan, síggja hann á kvf.fo

Kringvarpið setur á Tórsvøll beint eftir D&V og hevur fólk í sjónvarpsstovuni í hálvleikinum og eftir dystin, skrivar ki.fo. Kringvarpið vísti eisini dystin Young Boys - KÍ í Champions League. 

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder