Fótbóltur

Nú sleppa áskoðarar til landsdyst

500 áskoðarar sleppa til landsdystirnar ímóti Lettlandi og Andorra, sum verða um nakrar dagar. Netsølan verður skipað við lutakasti.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-05 21:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koronafarsóttin hevur forðað áskoðarum í at sleppa til landsdystir í alt ár, men nú hevur UEFA gjørt av, at eitt avmarkað tal av áskoðarum aftur sleppa til dystir.

Hesum boðar FSF frá í kvøld, og sigur, at hetta merkir, at áskoðarar nú sleppa til dystirnar, tá A-landsliðið í næstum tekur ímóti Lettlandi og Andorra. Talið av áskoðarum er avmarkað til 500, og tí verður netsølan skipað við lutakasti, sum er eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

Atgongumerkini til dystin móti Lettlandi verða sett til sølu í Nethandilinum á FSF.fo í morgin, týsdagin 6. oktober, frá klokkan 14:00 til 20:00. Øll, sum hava skrásett seg til søluna í tí tíðarbilinum, eru við í lutakastinum um atgongumerkini.

– Hetta vóru góð boð at fáa. Stuðulin frá føroysku áskoðarunum hevur altíð verið ótrúliga góðar, serliga á Tórsvølli, men eisini tá vit hava spælt uttanlands. Og eingin skal ivast í, at vit saknaðu teir til dystin móti Malta. Tí verður tað ótrúliga deiligt at síggja teir aftur, sigur liðskiparin, Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Lettland verður á Tórsvølli leygardagin 10. oktober kl. 17:00.

Eisini áskoðarar til U21
150 áskoðarar sleppa eisini á Tórsvøll, tá U21-landsliðið tekur ímóti Spania í EM-undankappingardysti hóskvøldið kl. 17:45. Atgongumerkini til tann dystin eru sett til sølu í Nethandlinum á FSF.fo, og tey verða seld eftir vanligum leisti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder