placeholder
Fótbóltur

Danmark vann greitt í Reykjavík

Íslendingar hildu dønum væl í 45 minuttir og høvdu eisini nakrar góðar málmøguleikar. Síðani fekk Danmark eitt ivasamt mál og so skrædnaði eitt sindur. Ongland vann á Belgia á Wembley.

Liðið hjá Kasper Hjulmand hevur vunnið 7-0 samanlagt seinastu fimm dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið hjá Kasper Hjulmand hevur vunnið 7-0 samanlagt seinastu fimm dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-11 22:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í UEFA Nations League deild A, bólki 2, vóru tveir áhugaverdir dystir í dag.

Á Wembley tók Ongland ímóti liðnum, sum í eina tíð hevur ligið á odda á FIFA styrkislistanum. Tað var eisini Belgia, ið kom á odda. Tað var eftir, at Romelu Lukaku skoraði uppá brotsspark, ið sterki áleyparin sjálvur hevði fingið, tá eitt korter varð leikt. Stutt fyri hálvleik fekk Ongland eisini brotsspark, tá Jordan Henderson varð hálaður niður í samband við eitt hornaspark. Marcus Rashford, sum hósdagin fekk ein MBE (The Most Excellent Order of the British Empire) heiður fyri sítt vælgerðandi arbeiði, skoraði trygt úr ellivu metrum. Tað var liðið hjá Gareth Southgate, ið fekk avgerandi málið. Í 65 minuttir royndi Mason Mount seg nakað til vinstru í brotsteignum, bólturin rakti eitt belgiskt bein, og endaði heilt út í longra málhornið. Harvið er Ongland oddalið í bólkinum eftir trý umfør.

[object Object]

Danmark fekk sín fyrsta sigur. Hann kom til høldar í Reykjavík, har liðið hjá Kasper Hjulmand hevði bóltin væl meira í fyrra hálvleiki men hevði trupult við at skapa málmøguleikar móti kompaktu og hartarbeiðandi íslendingunum, sum fingu nakrar góðar støður eftir umstillingar. Danir komu tó á odda í yvirtíðini. Simon Kjær stútaði eitt horna uppá mál, Hannes Halldórsson helt ikki í bóltinum, ið fór í ein íslendskan leikara og júst inn um linjuna, áðrenn íslendski málverjin fekk fatur á honum aftur. Hetta metti linjuverjin í øllum førum, men á sjónvarpsmyndunum sá tað út sum hansara vinkul var ivasamur, og tað var sera ilt at siga, um allur bólturin var innanfyri.

Líka løgdu danir í, og 2. hálvleikur byrjaði sera væl hjá teimum í reyðum og hvítum. Eitt skot í samband við eitt langt innkast hjá Íslandi varð blokerað. Tað var Christian Eriksen, ið gjørdi tað, bólturin hoppaði leysur, og brádliga hevði Inter Milan-leikarin áleið 70 metrar fyri seg sjálvan. Einsamallur við Halldórssyni var Eriksen, ið skoraði brotsspark móti Teiti Gestssyni í Herning, ísakaldur. Tá ein tími var leiktur spældi Danmark væl, vinstri bakkurin Robert Skov kom heilt fram við, og av brotsteigarmarkinum, og við høgra beininum sendi hann bóltin væl í longra málhornið. Eftir dystin var lívligt kjak millum Flemming Povlsen og Thomas Gravesen um plássið hjá Skov: Gravesen metti, at tað var heilt skeivt, at ein so vandamikil maður ikki spælur kongur frammi á vøllinum í Hoffenheim og við Danmark, meðan fyrrverandi áleyparin vísti á, at tað vóru nakrar orsøkir til tað. Danmark vann 3-0.

Í UEFA Nations League deild A, bólkur 2
11.10
Ongland - Belgia 2-1 (1-1)
Ísland - Danmark 0-3 (0-1)

Støðan eftir trý umfør: 
Ongland 7 stig
Belgia 6 stig
Danmark 4 stig 
Ísland 0 stig

Mikudagin 14.10:
Ísland - Belgia
Ongland - Danmark


Í Oslo skoraði Erling Braut Haaland sítt fyrsta hattrikk við landsliðnum, tá Noreg, ið misti sín møguleika at spæla seg til EM hóskvøldið, vann 4-0 á Rumenia í Deild B, bólki 1. Norðmenn hava seks stig fyri tríggjar dystir, eins og Eysturríki hevur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder