placeholder
Fótbóltur

Ronaldo í sóttarhaldi við korona

Verður ikki við í dystinum hjá Portugal móti Svøríki í kvøld.

Ronaldo avmyndaður á hotellsvalanum (Mynd: EPA)

Ronaldo avmyndaður á hotellsvalanum (Mynd: EPA)

2020-10-14 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjørnan á portugisiska landsliðnum, Cristiano Ronaldo, verður ikki við, tá vinnararnir av seinastu Europa League kapping spæla móti Svøríki á heimavølli í kvøld.

Cristiano Ronaldo hevur ikki vant saman við liðfeløgunum, og er avbyrgdur á hotellkaparinum eftir at ein koronaroynd, ið varð tikin mánadagin, vísti, at hann var positivur. Hesum boðaði portugisiska fótbóltssambandið frá í gjár.

Sambandið skrivar, at Ronaldo nú er avbyrgdur, men at hann hevur tað gott og hevur ongi sjúkueyðkenni.

Hinir spælararnir í portugisiska hópinum vórðu kannaðir aftur í gjáramorgunin, og allar royndirnar vóru negativar.

Áðrenn hann var staðfestur við korona, sendi Cristiano Ronaldo hesa myndina út á Instagram av øllum portugisiska landsliðshópinum:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder