Kappróður

Løgmaður heiðraði evropameistaranum

- Sverri hevur víst í verki, at tey við venjing og stavnhaldi kunnu røkka stórum úrslitum. Eg vóni, at hetta fer at stimbra føroyska kappróðurin, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika.

2020-10-14 16:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á móttøku í Tinganesi í dag heiðraði løgmaður nýklakta evropameistaran í einskullara rógving.

Løgmaður ynskti Sverra hjartaliga til lukku við hansara væl uppiborna megnaravriki, sum vit øll kunnu vera errin av. Hann ynskti honum bestu eydnu við stóru avbjóðingini í komandi OL kappingini í Tokyo næsta ár. 

- Rógving er okkara tjóðarítrótt. Ein ítrótt, sum myndar okkara staðseting sum oyggjaland í norðuratlantshavi, og sum myndar okkara sterku bond til havið. Við hesum framúr úrslitum gerst Sverri stóra fyrimyndin hjá okkum og okkara børnum, tí hann vísir í verki, at tey við venjing og stavnhaldi kunnu røkka stórum úrslitum. Eg vóni, at hetta fer at stimbra føroyska kappróðurin, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika, segði løgmaður millum annað í síni heilsan til Sverra.

Sí eisini: Video: Her vinnur Sverri Sandberg Nielsen EM-gull

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder