Fótbóltur

Video: Vakra frísparkið hjá Bárði Olsen

Síggj málið her.

2020-10-25 21:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hann hevur gjørt tað áður, og aftur í dag setti hann eitt fríspark beinleiðis í netið.

EB/Streymur fekk fríspark uttanfyri brotsteigin hjá TB við Margáir seinnapartin. Hvør annar enn royndi maðurin hjá sundalagsmonnum, Bárður Olsen, skal skjóta eitt slíkt fríspark.

Hann tók av, og Frederik Mehder í TB-málinum hevði ongan kjans, og Bárður Olsen legði EB/Streym á odda 2-1. Málið kom beint fyri hálvleik. EB/Streymur vann dystin 3-2. 

Sí málið niðanfyri:

EB/Streymur - TB (3-2)
22’ Mark Kongstedt 0-1
36’ Petur Zachariasen 1-1
44’ Bárður Olsen 2-1
71’ Samudeen Musah 2-2
88’ Símun Sólheim 3-2

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder