Fótbóltur

Tepur sigur til United

Solskjær og hansara menn fingu trý kærkomin stig.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-21 22:11 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fýra dystir hava verið í Premier League í dag. Chelsea og Brighton vunnu á útivølli ímóti ávikavist Newcastle og Aston Villa, meðan Tottanham vann stórdystin ímóti Manchester City.

Seinasti dysturin í dag var á Old Trafford, har Manchester United tók ímóti West Bromwich.

Talan var sum heild um javnan dyst, har bæði liðini høvdu nakrar málmøguleikar, hóast spælið ikki var so flótandi. United hevði størsta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá Martial skeyt úr góðari støðu, men Johnstone í West Bromwich málinum bjargaði væl.

Í seinna hálvleiki kom eitt sindur meira av dramatikki í dystin. Tíðliga í seinna hálvleiki varð bríksla fyri brotssparki til West Bromwich, men eftir at dómarin hevði hugt í videoskermin broytti hann dómin, hóast brotssparki sá út til at vera í lagi.

Løtu seinni fekk United brotsspark. Bruno Fernandes misnýtti brotssparki í fyrstu atløgu, men av tí at málverjin var farin úr málinum ov tíðliga, so fekk Fernandes enn ein møguleika at skjóta. Seinnu ferð skoraði Fernandes, og so var 1-0 til heimaliðið.

Sum heild vóru ikki nógvi málmøguleikar í dystinum. Tættast við var West Bromwich, tá teir høvdu eitt skot á tvørtræði. Men tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og harvið fingu Ole Gunnar Solskjær og United trý kærkomin stig.

 

placeholder
placeholder