Fótbóltur

Landasorg í Argentina

Staðfest at Diego Maradona doyði av hjartatilburði og trupulleikum í lungunum – líkið flutt á forsetaborgina í Buenos Aires.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-26 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Líkið av argentinska fótbóltsspælaranum Diego Maradona er nú líkskoðað, og fyrsta frágreiðingin um deyðsorsøkina liggur nú klár, skrivar argentinska blaðið Clarin.

Her verður staðfest, at fótbóltsstjørnan doyði av hjartasviki, oyðilagdum hjarta og lungnaødem. Í frágreiðingini stendur eisini, at ongin illgruni er um nakað lógarbrot í sambandi við deyðan hjá 60 ára gomlu fótbóltsstjørnuni.

Líkskoðanin fór fram á sjúkrahúsinum í San Fernando, norðan fyri Buenos Aires í gjárkvøldið, lokala tíð.

Diego Maradona hevur havt trupulleikar við heilsuni í longri tíð, millum annað orsaka av rúsevnamisnýtslu og hann hevur tvær ferðir verið raktur av hjartatilburðum hesa seinastu tíðina. Hann hevur eisini havt trupulleikar við livrini, skrivar argentinska blaðið.

Fyri bara trimum vikum síðani varð hann lagdur inn á sjúkrahús og skorin fyri eina bløðing í heilanum. Hann varð útskrivaður 11. november.

Sambært Clarin hevur familjan upplivað, at Maradona var óttafullur sínar seinastu dagar á lívi. Sjúkrarøktarfrøðingar vóru um hann alt samdøgrið og familjan umhugsaði at fara aftur til Kuba við honum, har hann fyrr hevur fingið viðgerð fyri sítt misbrúk.

Kistan við Maradona kom í nátt til forsetaborgina í Buenos Aires, har hon verður sett fram til almenna skoðan.

Alberto Fernández, forseti í Argentina, hevur nú lýst landasorg í tríggjar dagar. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder