Hondbóltur

Jóhan á Plógv skal við til Egyptalands at verja heimsmeistaraheitið

Hópurin hjá Danmark telur tjúgu leikarar. Rasmus Lauge er ikki við vegna skaða, fýra leikarar eru úttikinir til sítt fyrsta endaspæl, og Lasse Svan og Jóhan á Plógv eru tiknir út til plássið á vinstra vongi.

Jóhan á Plógv Hansen var við til at vinna HM í Danmark í fjør (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen var við til at vinna HM í Danmark í fjør (Mynd: EPA)

2020-12-17 13:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum verður EM-endaspælið hjá kvinnum avgjørt í Danmark, og í næsta mánaði skulu menninir í eldin í Egyptalandi, har HM-endaspælið 2021, nummar 27 í røðini, verður.

Í HM-endaspælnum í januar 2019 var Danmark í serflokki og tryggjaði sær á heimavølli heimsmeistaraheitið á fyrsta sinni. Nú skal tað verjast, og nú er tað greitt, hvørjir tjúgu leikarar Nikolaj Jakobsen hevur tikið út.

Orsakað av koronastøðuni er møguleiki at hava tjúgu leikarar við, í mun til 16 sum vanligt er. Danmark hevur harvið tríggjar málverjar við ístaðin fyri tveir. Har er kappingin gróthørð, og maðurin sum hevur verið nummar tvey seinastu árini, Jannick Green, er ikki úttikin, tí Kevin Møller og Emil Nielsen gera tað frálíka væl í ávíkavist Spania og Fraklandi. Hetta verður fyrsta endaspælið hjá Emil Nielsen, ið er ein nakað tungur, men ógvuliga dugnaligur, málverji Niklas Landin er sjálvandi fyrsta valið.

[object Object]
Emil Nielsen verður við til sítt fyrsta endaspæl og skal helst avlasta Niklas Landin til tíðir (Mynd: EPA)

Fýra strikuleikarar eru tiknir við. Vanligt er, at tríggjar strikur eru í hópinum. Her er tað merkisvert, at royndi René Toft Hansen ikki er við, men har er nógv góðska á teimum, sum Nikolaj Jakobsen hevur tikið út - millum teir er yngri beiggi René, Henrik Toft Hansen.

Venjarin fer at hava nógvar møguleikar á bakplássunum, men ein umráðandi leikari manglar. Rasmus Lauge fekk fyri tveimum vikum síðani skaða í krossbandið í einum Champions League-dysti og noyðist undir skurð.  Lague var sera týdningarmikil til HM í fjør, og tí skulu aðrir lyfta byrðina og stuðla Mikkel Hansen. Nakrir ungir og spennandi leikarar verða við: Mathias Gidsel og Nikolaj Læsø, sum báðir spæla í donsku kappingini, eru við fyri fyrstu ferð, og so er spurningurin um Jacob Holm og/ella Lasse Andersson úr Füchse Berlin kunnu fáa sítt veruliga gjøgnumbrot á landsliðnum. Ein av bakkunum, ið ikki er úttikin, er høgi Nikolaj Markussen. Hann hevur verið við til fleiri endaspøl - millum annað  á heimavølli í fjør - men spælir lítið og einki í ungarska stórfelagnum Veszprem í løtuni.

[object Object]
Spælskiparin Rasmus Lauge er ikki tøkur til endaspælið (Mynd: EPA)

Markussen var í fleiri ár liðfelagið við Jóhan á Plógv Hansen í Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan spælir nú í Hannover-Burgdorf og hevur fingið eina góða byrjan í Týsklandi. Hann er saman við roynda Lasse Svan úttikin, og tí er ikki pláss fyri uppaftur meira roynda Hans Lindberg í hópinum. Casper U Mortensen var í fleiri ár fyrstavalið á vinstra vongi, men hann er aftur vorðin skaddur, og tí fær Emil Jakobsen møguleikan at koma við til sítt fyrsta endaspæl. Hann er ein av fýra GOG-leikarum í hópinum, GOG er gamla felagið hjá Nikolaj Jakobsen, og skal avlasta yngra Landin, ið umframt at spæla á vonginum ofta dekkar sum bakkur.

Danski hópurin til HM-endaspælið

Málverjar
Niklas Landin, THW Kiel
Kevin Møller, FC Barcelona
Emil Nielsen, HBC Nantes

Vongleikarar
Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, GOG
Lasse Svan, SG Flensburg-Handewitt
Johan Hansen, TSV Hannover-Burgdorf

Strikur
Anders Zachariassen, GOG
Henrik Toft Hansen, Paris St. Germain Handball
Simon Hald, SG Flensburg-Handewitt
Magnus Saugstrup, Aalborg Håndbold

Bakleikarar
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mikkel Hansen, Paris St. Germain Handball
Morten Olsen, GOG
Mads Mensah, SG Flensburg-Handewitt
Jacob Holm, Füchse Berlin 
Lasse Andersson, Füchse Berlin 
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg Håndbold
Mathias Gidsel, GOG
Nikolaj Læsø, Aalborg Håndbold

Áðrenn fráferð til Kairo skulu danir spæla tveir venjingardystir móti sterku norðmonnunum í Sydbank Arena í Kolding. Tað er ávíkavist 7. og 9. januar. 

Til HM eru hesaferð heili 32 lið við - vanligt eru 24 - og Danmark hevur ein á pappírinum ógvuliga lættan innleiðandi bólk.

Leikskráin hjá Danmark:
15/1 kl. 19.30 Danmark – Bahrain
17/1 kl. 19.30 D.R. Congo – Danmark
19/1 kl. 19.30 Danmark – Argentina

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder