placeholder
Fótbóltur

Staðfesting frá HSF: Eingin landsdystur verður í kvøld

Kekkiska ferðalagið, ið er rakt av koronu, fer av landinum seinnapartin. Dysturin er útsettur - tað vil siga at nýggj dagfesting skal finnast.

Kjartan Johansen og hinir sleppa ikki at spæla í kvøld - korona leggur enn einaferð meinbogar í vegin (Mynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen og hinir sleppa ikki at spæla í kvøld - korona leggur enn einaferð meinbogar í vegin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-06 10:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár bórust tíðindini um, at høvuðvenjarin og hjálparvenjarin hjá Kekkia hava koronu, og í morgun frættust boðini, at átta persónar í kekkiska ferðalagnum hava fingid koronu.

Harvið vóru sannlíkindi stór fyri, at ein avlýsing fór at koma, og hóast dysturin ikki alment er avlýstur av EHF enn, kann HSF staðfesta, at eingin landsdystur verður í Høllini á Hálsi í kvøld.

Hesum boðar Hondbóltssambandið frá á heimasíðu sínari.

Koronasmitta varð staðfest í kekkiska hópinum í gjárkvøldið, tá úrslitið av kanningunum við komu til landið fyrilógu.

- Strongu mannagongdirnar eru fylgdar, síðani kekkar komu til landið við egnum flogfarið seint seinnapartin í gjár. Tað merkir at ferðalagið hevur hildið seg fyri seg sjálvt bæði á flogvøllinum, í bussinum og á hotellinum. Ferðalagið fer av landinum seinnapartin í dag, og HSF er í tøttum samskifti við heilsumyndugleikarnar og EHF.

Tað er ikki greitt enn, nær dysturin skal spælast. Hann fær eina aðra dagfesting -  Føroyar fáa ikki stigini. Ein dystur stendur eisini á skránni í Plzen í Kekkia leygardagin millum liðini. Meira kunning kemur um hann seinni í dag, boðar Hondbóltssambandið frá.

Kekkia skal til HM-endaspælið í Egyptalandi í komandi viku. Hetta er aðru ferð, at eitt lið er rakt av korona, og tískil fer úr Føroyum uttan at spæla dystin. Fordømi er innan fótbólt - tá Slovan Bratislava úr Slovakia í august skuldi spæla Champions League-dyst í Klaksvík.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder