Annað

Tóra Dinna, Hans Bogi og Jóannes vóru neyvast

Kappast var í bogaskjóting í 18 metra fjarstøðu um vikuskiftið.

Compound

Compound

2021-01-11 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið varð skipað fyri kapping í bogaskjótum í hølunum hjá Vágaskot í Miðvági.

10 skjúttar vóru við í kappingini, sum var í 18 metra fjarstøðu.

Í recurve fyri kvinnur gjørdist Tóra Dinna Reynskor vinnari. Honn vann í finaluni 6-2 á Pernille Krogh

Í recurve fyri menn gjørdist Hans Bogi Ellefsen vinnari. Í finaluni vann hann 6-0 á Gudjón Reynskor. Eggaba Andrasen gjørdist nummar trý. Í bronsufinaluni móti Jógvani Petersen stóð á jøvnum 5-5. Umskjótingin – skoot-off – endaði eisini javnt, 9-9, men Eggaba vær tættari miðjuni, og vann sostatt dystin.

Í compound fyri menn gjørdist Jóannes Poulsen vinnari. Í finaluni vann hann 148-143  á Nikkel Petersen. 

[object Object]
Recurve, kvinnur

[object Object]
Recurve, menn

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder