Hondbóltur

Vertirnir løgdu frá landi við tryggum sigri

Egyptaland vann 35-29 á Kili í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum, sum heldur fram við einari rúgvu av dystum í morgin.

Yehia El-Deera gjørdist toppskjútti hjá Egyptalandi við seks málum (Mynd: EPA)

Yehia El-Deera gjørdist toppskjútti hjá Egyptalandi við seks málum (Mynd: EPA)

2021-01-13 19:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Upptaktin til fyrsta HM-endaspælið við 32 liðum hevur verið heldur óruddilig. Ikki tí at tað júst eru 32 luttkaralond, men tí at koronafarsóttin herjar kring heimin. Fleiri av liðunum hava havt smittutilburðir, og í gjár vórðu Kekkia og USA noydd til at geva avboð. Tey vórðu avloyst av ávíkavist Hvítarusslandi og Sveis.

Les eisini: 
Kekkia hevur meldað avboð til HM
USA eisini úti áðrenn fyrsta dystin

Tað hevur eisini verið nógv frammi um, hvørt áskoðarar skulu vera ella ikki. Leingi var ætlanin hjá vertunum og IHF at hava tað, ónøgd var um hetta frá leikarum og ymsum hondbóltssambondum, og hetta varð broytt sunnudagin. Eisini hava spurnartekin verið sett við, at fyriskipararnir annars fara at megna at halda alt trygt í mun til at sleppa undan smittuspjaðing. Eftir komu til Egyptalands hava serliga norðmenninirnir verið heldur ónøgdur við, at umstøðurnar ikki eru tærtryggastu og bestu í mun til at halda seg í einari boblu.

Les eisini: 
HM í Egyptalandi verður kortini uttan áskoðarar
1000 áskoðarar ella fleiri sleppa inn í hallirnar í Egyptalandi

Hondbólturin er farin í gongd í norðurafrikanska landinum, og tað vóru vertirnir, sum løgdu út saman við Kili. Suðuramerikanska liðið møtti eisini vertunum í byrjanardystinum í Danmark fyri tveimum árum síðani og tapti heili 39-16 í Royal Arena. Kili, undir leiðslu av fyrrverandi spanska stórleikaranum Matteo Geralda, vann tó tveir av fimm dystum í tí bólkaspælinum. Egyptaland kom víðari men megnaði ikki at gera nakað við Danmark og Noreg í millumumfarinum tá.

Egyptar vóru stórfavorittar í kvøld og vísti eisini góðsku í 1. hálvleiki. Kropsliga styrkin á liðnum er í miðal heilt góð, og serfrøðingar vænta ikki so lítið av vertstjóðini, sum skoraði 18 ferðir í fyrra hálvleiki í dag. Kili hevði onkra góða løtu í 2. hálvleiki, men sigurin hjá Egyptalandi kom ongantíð í vanda.

Í morgin spæla hini bæði liðini í bólkinum, ið eru Svøríki og annað av "nýggju liðunum", Norðurmakedónia - Sveis skal spæla grannauppgerð móti Eysturríki. Trý lið koma víðari úr hvørjum bólki til millumumfarið, har fýra nýggir bólkar við seks liðum í hvørjum verða, og har so tvey tey bestu í hvørjum koma í fjórðingsfinalurnar.  Í morgin verða sjey dystir leiktir. Ein áhugaverdur er Ísland - Portugal; tann heilt stóri verður millum Noreg og Frakland.

Bólkayvirlit - við skránni í 1. umfari

Bólkur A
Fríggjadagin 15.01
Týskland - Uruguay
Ungarn - Grønhøvdaoyggjarnar (Kap Verde)

Bólkur B
Fríggjadagin 15.01
Spania - Brasil
Tunesia - Pólland

Bólkur C
Fríggjadagin 15.01
Kroatia - Japan
Katar - Angola

Bólkur D
Fríggjadagin 15.01
Danmark - Bahrain
Argentina - Kongo

Bólkur E: 
Hósdagin 14.01
17.00: Eysturríki - Sveis *
19.30: Noreg - Frakland

Bólkur F
Hósdagin 14.01
17.00: Algeria - Marokko 
19.30: Ísland - Portugal

Bólkur G
Mikudagin 13.01
Egyptaland - Kili 35-29 (18-11)

Hósdagin 14.01
19.30: Svøríki - Norðurmakedónia *

Bólkur H
Hósdagin 14.01
14.30: Hvítarussland - Russland (Spæla undir navninum RHF orsakað av dopingdómi)
17.00: Slovenia - Suðurkorea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder