Fótbóltur

Bayern fall í Kiel

Holstein Kiel úr næstbestu deildini sló týsku meistararnar, steypavinnararnar og Champions League-vinnarar út eftir brotssparkskapping í 2. umfari í DFB Pokal í kvøld.

Heimaliðið javnaði tvær ferðir og skoraði uppá øll síni seks brotsspørk í brotssparkskappingini

Heimaliðið javnaði tvær ferðir og skoraði uppá øll síni seks brotsspørk í brotssparkskappingini

2021-01-13 22:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bayern München er í einari lítlari kreppu. Fríggjakvøldið tapti oddaliðið fyri fyrstu ferð síðani í Hoffenheim seint í september, tá Borrusia Mönchengladbach vendi 0-2 til 3-2. Í kvøld spældi liðið, sum vann The Treble seinasta kappingarár, í Kiel í 2. umfari í DFB Pokal - týsku steypakappingini. Holstein Kiel er nummar trý í næstbestu deildini, og tað lá ikki í kortinum, at hetta liðið fór at gera nakað við Bayern.

Útiliðið kom eisini á odda, stutt fyri at eitt korter var leikt, tá Serge Gnabry sló til. Stutt fyri steðgin javnaði heimaliðið, men næstan beinanvegin í seinna hálvleiki legði Leroy Sane liðið hjá Hansi Flick á odda aftur. Hendan leiðslan helt til 95 minuttir vóru leiktir. Tá javnaði liðformaðurin hjá Holstein Kiel, Hauke Wahl, og so varð neyðugt við longdari leiktíð.

Har kom einki mál, hóast Bayern í vanligu leiktíðini hevði sett Robert Lewandowski og Douglas Costa á vøllin, David Alaba í longdu leiktíðini, og millum annað Thomas Müller framvegis var á vøllinum.

Í brotssparkskappingini skoraðu bæði liðini tey fyrstu fimm brotsspørkini, men so brendi Marc Roca, spanski miðvallarin hjá Bayern. So lá alt í hondunum á Fin Bartels, og hann var ísakaldur móti málverjanum, sum í fjør varð kosin besti málverji í heiminum. Neuer og hinir hjá Bayern hingu við høvdinum, meðan stórur fagnaður var í Holstein Kiel-leguni. Liðið frá Norðurtýsklandi, ið stríðist fyri at koma upp í Bundesliguna, skal spæla í 3. umfari í steypakappingini, eftir at hava framt bragdið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder