Fótbóltur

Símun Eliasen skal standa á odda fyri EBS/Skála

Partarnir hava gjørt sáttmála fyri komandi ár. EBS/Skála hevur eitt ungt lið og er í gongd við at byggja upp. Fuglfirðingurin hevur seinast verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.

Mynd: EB/Streymur

Mynd: EB/Streymur

2021-01-19 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur áður spælt fyri EB/Streym, og fuglfirðingurin hevur sum venjari millum annað staðið á odda fyri ÍF, næstbesta mansliðnum hjá HB og seinasti verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.

Nú hevur Símun Eliasen tikið av starvinum sum høvuðsvenjari hjá EBS/Skála. Talan er um ein eitt-ára sáttmála.

[object Object]Fróði Reinert Petersen, formaður í EB/Streymi, Símun Eliasen og Ingi Hansen, formaður í Skála 

EBS/Skála endaði í fjør aftast í Betrideildini, men talan er um eitt sera ungt lið. U18-liðið vann greipuna, og U15-liðið hjá Skála vann steypakappingina og endaði nummar tvey í landskappingini. Harvið tykist nógv at vera at byggja víðari uppá hjá Símuni. Í toyminum vera eisini Óli Ejdesgaard, Sunnuvá Vesturdal og Per Mikkelsen, sum í nógv ár hava arbeitt við kvinnu/gentusíðuni hjá Eb/Streymi og Skála.

 

placeholder
placeholder