Fótbóltur

Helen Nkwocha sett sum høvuðsungdómsvenjari hjá TB

Hon er bretskur ríkisborgari og hevur drúgvar royndir bæði sum spælari á hægsta stigi og sum venjari í ymsum londum og í stórum feløgum. Tvøroyrar Bóltfelag er fyrsta felag í Føroyum, ið setir eina kvinnu í starv sum høvuðsungdómsvenjara..

Helen Nkwocha hevur millum annað arbeitt fyri Manchester United og Liverpool, umframt fyri stór feløg í London, har hon starvaðist sum løgreglufólk, áðrenn hon 100 prosent fór at satsa uppá venjaraleiðina

Helen Nkwocha hevur millum annað arbeitt fyri Manchester United og Liverpool, umframt fyri stór feløg í London, har hon starvaðist sum løgreglufólk, áðrenn hon 100 prosent fór at satsa uppá venjaraleiðina

2021-01-19 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur drúgvar royndi sum leikari í Onglandi og hevur arbeitt sum undgómsvenjari í ymsum feløgum í Onglandi, umframt í USA og Kina. Nú skal hon menna ungdómin í TB.

Helen Nkwocha er bretskur ríkisborgari. Hon starvaðist í 15 ár í løgregluni í London, men segði seg úr starvi fyri at hugsavna seg 100 prosent um at verða venjari. Tað eru ikki smávegis feløg, ið Nkwocha hevur arbeitt fyri: Chelsea, Arsenal, Millwall, Manchester United og seinast Liverpool, umframt New York Red Bulls í USA.

Sí stutt innslag um Helen Nkwocha á BBC

Nú hevur TB sett hana í starv sum høvuðsungdómsvenjara. Hetta hevur millum annað verið í samstarvi við Richard Goffe, ið er høvuðsvenjari hjá B71. 

- Helen, ið hevur A-venjaraprógv, fer at hava ábyrgdina av ungdómsarbeiðinum hjá TB í tøttum samstarvi við lokalu venjararnar, ungdómsdeildina, Ken Fagerberg og Michael Lundsgaard Winther. Sum høvuðsungdómsvenjari kemur Helen at vera til staðar, tá venjingar eru við Stórá, klár at vegleiða og stuðla okkara lokalu venjarum, og tryggja, at leikararnir fáa sum best burtur úr venjingunum. Eisini kemur hon saman við Ken at hava venjingar við øllum liðunum í ungdómsdeildini av og á.

Hetta skrivar Tvøroyrar Bóltfelag, ið er tað fyrsta felagið í Føroyum, ið setir eina kvinnu í starv sum høvuðsungdómsvenjara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder