placeholder
Hondbóltur

Noreg fekk ógvuliga týdningarmiklan sigur

Dysturin millum Noreg og Portugal í gjárkvøldið var ógvliga spennandi. Ísland tapti í málfátækum dysti og kemur allarhelst ikki víðari. Svøríki spældi javnleik.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-01-21 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Millumumfarið, ella høvuðsumfarið, í HM endaspælinum í Egyptalandi byrjaði í gjár. Serliga í tí eina bólkinum vóru dystirnir sera spennandi. 

HM í Egyptalandi - millumumfarið

Í gjár - 20/1
Sveis - Ísland 20-18 (10-9)
Frakland - Algeria 29-26 (16-14)
Portugal - Noreg 28-29 (14-16)

Bólkur 3
Frakland 6 stig 
Noreg 4 stig
Portugal 4 stig
Sveis 2 stig
Ísland 2 stig
Algeria 0 stig

Bjørgvin Páll Gustavsson í íslendska dystinum stóð ein góðan dyst, og verjan hekk væl saman. Men í hinum endanum var Nikola Portner frálíkur, og Ísland skoraði bert 18 mál. Harvið sigraðu avloysararnir úr Sveis í fyrsta dystinum í millumumfarinum, og Ísland hevur nú so at siga ongan møguleika at koma víðari - dystir móti Noreg og Fraklandi eru eftir.

Alegeria spældi ein frálíkan dyst móti Fraklandi, men at enda vóru fraklendingar sterkari, og liðið hevur framvegis vunnið allar dystirnar í endaspælinum.

Noreg byrjaði við at tapa móti Fraklandi, og hevur harvið havt knívin á barkanum síðani. Portugal varð sum væntað ein stór avbjóðing, men tað koppa'i til Sagosen og co. í sera tætta og spennandi dystinum. Nú liggur Noreg væl fyri at koma til fjórðingsfinalurnar.

Í gjár - 20/1
Norðurmakedónia - Slovenia 21-31 (9-13)
Russland - Egyptaland 23-28 (8-15)
Svøríki - Hvítarussland 26-26 (11-15)


Bólkur 4
Svøríki 5 stig
Egyptaland 4 stig
Slovenia 4 stig
Russland 3 stig
Hvítarussland 2 stig
Norðurmakedónia 0 stig


Her var tað mest merkisverda úrslitið javnleikurin ímillum Svøríki og Hvítarussland, ið saman við hinum úrslitunum ger, at tað er púra opið, í mun til hvørji tvey koma víðari til fjórðingsfinalurnar í hesum bólkinum.

Í dag verður hin helmingurin av teimum 24 liðunum í millumumfarinum í eldinum - harímillum Danmark ið brestir saman við Katar.

Bólkur 1
14.30 (í gongd): Uruguay - Pólland
17.00: Ungarn - Brasil
19.30: Spania - Týskland

Ungarn 4 stig
Spania 3 stig
Týskland 2 stig
Pólland 2 stig
Brasil 1 stig
Uruguay 0 stig

Les eisini: Uruguay víðari eftir samanlagt 32-87


Bólkur 2:
14.30: Japan - Argentina
17.00: Kroatia - Bahrain
19.30: Danmark - Katar

Danmark 4 stig
Kroatia 3 stig
Katar 2 stig
Argentina 2 stig
Japan 1 stig
Bahrain 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder