Hondbóltur

Gestirnir fóru avstað við øllum

Strandakvinnur vunnu 28-21 móti VÍF í kvøld, og hava tikið fyrsta stigið at sleppa í hálvfinalurnar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-27 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein dystur varð í kvøld spældur í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini hjá kvinnum. StÍF var á vitjan hjá VÍF í Vestmanna, og vann 28-21.

Tað var heimaliðið sum legði seg á odda beinanvegin í dystinum, men sum fráleið í fyrra hálvleiki gjørdist meira javnt áðrenn StÍF tók ræðið á dystinum. Hálvleiksstøðan var 10-15.

Í seinna hálvleiki megnaðu vestmannakvinnur ongantíð veruliga at koma fyri seg, meðan tað bara riggaði hjá StÍF. Momoko Nakamura í málinum hjá StÍF tók eisini nógv, og gjørdi sítt til at strandakvinnur í kvøld kunnu fara heim aftur við tveimum stigum.

[object Object]Haruka Gima skoraði tíggju mál fyri StÍF (Mynd: Sverri Egholm)

Úrslitið í Vestmanna í kvøld gjørdist 28-21. Rannvá Olsen, Agnas Olsen og Durita Jojic skoraðu fimm mál fyri VÍF meðan Haruka Gima gjørdist toppskjutti fyri StÍF við tíggju málum.

Tað hevur við sær, at VÍF og StÍF eru jøvn í stigum í bólki 1 og hava tvey stig hvør. Kortini liggur hálvfinaluplássið til strandakvinnur, sum á pappírinum hava ein lættan dyst móti teimum næstbestu úr Hoyvík, meðan VÍF skal spæla móti væl spælandi Kyndli.

Hvør kemur í hálvfinalurnar hjá kvinnum verður avgjørt sunnudagin.

Sí myndir frá dystinum

VÍF - StÍF (21-28)

Støðan í bólki 1
1. Kyndil (4 stig)
2. VÍF (2 stig)
3. StÍF (0 stig)
4. H71 2 (0 stig)

Sunnudagur 31.01.21 kl. 15.00 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 15.00 StÍF – H71 2

Støðan í bólki 2
1. Neistin (4 stig)
2. H71 (3 stig)
3. Stjørnan (1 stig)
4. VB (0 stig)

Sunnudagur 31.01.21 kl. 15.00 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 15.00 VB – Stjørnan

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder