Fótbóltur

Manchester United gjørdi sær fyri skommum

Sheffield United fór avstað við øllum á Old Trafford, har heimaliðið var tannleyst. Tuchel fekk ikki allarbestu byrjanina sum Chelsea-venjari.

Pogba og hinir í reyðum noyddist at fara út av vøllinum við einum stórum vónbrotið í viðførinum (Mynd: EPA)

Pogba og hinir í reyðum noyddist at fara út av vøllinum við einum stórum vónbrotið í viðførinum (Mynd: EPA)

2021-01-27 23:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Manchester United varð sligið út av Champions League tíðliga í desember hevur gongdin verið góð. United hevur verið heilt frammi við í oddastríðnum, men í kvøld fingu alt ið minnir um meistaraheitsdreymar og eina møguliga nýggja stórveldistíð eitt skot fyri bógvin.

[object Object](Mynd: EPA)

Botnproppurin Sheffield United vitjaði og tók leiðsluna miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá Bryan Kean í nærdysti við De Gea stútaði eitt hornaspark í netið. Ógvuliga fáir málmøguleikar vóru sum heild í dystinum. Heimaliðið spældi uttan ferð, íblástur, góðsku og hjarta, men fekk javnað tá Sheffield-drongurin Harry Maguire stútaði bóltin í málið. Men løtu seinni varð 2-1, tá verjuspælið hjá United var ógvuliga ivasamt, og talan var í roynd og veru sjálvmál. Útiliðið stríddi seg til ein, fyri teir, ógvuliga týdningarmiklan og góðan sigur. Solskjær skal nú leggja nýggjar ætlanir - liðið kundi lagt seg á odda aftur í Premier League í kvøld, men er framvegis eitt stig aftanfyri nábúgvarnir og við einum dysti fleiri leiktum.

Kvøldið var eisini gott fyri City, tí Leicester ikki kom uppá 41 stig, eins og oddaliðið hevur. Liðið hjá Brendan Rodgers fekk tó eitt stig í torføra útidystinum móti Everton.

[object Object]Thomas Tuchel og Chelsea spældu málleysan javnleik móti Wolverhampton (Mynd: EPA)

Thomas Tuchel fekk einki mál men eitt stig í sínum fyrsta dysti sum Chelsea-venjari men eitt stig. Tað endaði eisini málleyst í botndystinum millum Fulham og Brighton. Burnley vann góðan 3-2 sigur á Villa

Newcastle vann Leeds sín fyrsta dyst í 2021. 

Les eisini: Tuchel er nú farin í gongd í Chelsea

Premier League

Týsdagin 26.01
West Bromwich - Manchester City 0-5 (0-4)
Southampton - Arsenal 1-3 (1-2)
Crystal Palace - West Ham 2-3 (1-2)
Newcastle - Leeds 1-2 (0-1)

Mikudagin 27.01
Burnley - Aston Villa 3-2 (0-1)
Chelsea - Wolves 0-0
Brighton - Fulham 0-0
Everton - Leicester 1-1 (1-0)
Manchester United - Sheffield United 1-2 (0-1)

Hósdagin 28.01
20.00: Tottenham - Liverpool

Støðan
1. Manchester City 41 stig (19 dystir)
2. Manchester United 40 stig (20 dystir)
3. Leicester 39 stig (20 dystir)
4. West Ham 35 stig (20 dystir)
5. Liverpool 34 stig (19 dystir)
6. Tottenham 33 stig (18 dystir)
7. Everton 33 stig (18 dystir)
8. Arsenal 30 stig (20 dystir)
9. Chelsea 30 stig (20 dystir)
10. Southampton 29 stig (19 dystir)
11. Aston Villa 26 stig (17 dystir)
12. Leeds 26 stig (19 dystir)
13. Wolves 23 stig (20 dystir)
14.Crystal Palace 23 stig (19 dystir)
15. Newcastle 20 stig (19 dystir)
16. Burnley 22 stig (19 dystir)
17. Brighton 18 stig (20 dystir)
18. Fulham 13 stig (19 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (20 dystir)
20. Sheffield United 8 stig (20 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder