Annað

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki um vikuskiftið

Kappingin verður hildin uttan áskoðarar, men verður stroymd.

(Savnsmynd: Haldur Suni Johansen)

(Savnsmynd: Haldur Suni Johansen)

2021-01-28 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

13 lið eru meldað til hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.

Skráin leygardagin er hendan:
Kl. 13 byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur.
Kl. 15  byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.

Vegna korona verður kappingin uttan áskoðarar. Kappingin verður stroymd umvegis facebook.com/www.fimleikur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder