Hondbóltur

Tey liðugt koppsettu kunnu keypa atgongumerki til steypafinalurnar

Tvær koppsetingar gera, at ein kann sleppa inn. Neyðugt er at vísa eitt koppsetingarkort fram. Annars eru tað feløgini, ið velja hvørji kunnu fáa atgongd.

Talið av áskoðarum í morgin verður avmarkað, men øll ið eru koppsett tvær ferðir, og har í minsta lagi átta dagar eru farnir síðani seinnu koppsetingina, kunnu ogna sær atgongumerki (Mynd: Sverri Egholm)

Talið av áskoðarum í morgin verður avmarkað, men øll ið eru koppsett tvær ferðir, og har í minsta lagi átta dagar eru farnir síðani seinnu koppsetingina, kunnu ogna sær atgongumerki (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-19 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Orsakað av almennu tilmælunum, verður talan um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa í Høllina á Hálsi at síggja Faxe Kondi steypafinalurnar um vikuskiftið. 

Hondbóltssamband Føroya boðaði í gjár frá, at feløgini, sum hava finalulið, hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til hvørja finalu, ið tey sjálvi sleppa at seta nøvn á. Tað eru bert tey, ið framganga á listunum, ið feløgini gera, sum sleppa at keypa atgongumerki við dyrnar. 

Les eisini: Avmarkað áskoðaratal til Faxe Kondi steypafinalurnar

Tað er nú greitt, at tað verður eitt undantak gjørt. Talan er um fólk, ið eru koppsett fyri koronu tvær ferðir, sum kunnu keypa sær atgongt - líkamikið um tey eru á listunum hjá feløgunum ella ikki. Hetta skrivar HSF í dag.

- Tey, sum eru koppsett tvær ferðir fyri korona, og í minsta lagi átta dagar eru farnir, síðani seinnu koppsetingina, kunnu, við at vísa sítt koppsetingarkort fram, frítt keypa atgongumerki til steypafinalurnar í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum.

Tey skulu tó, eins og allir aðrir áskoðarar, virða mannagongdina um, at allir áskoðarar skulu úr høllini millum dystirnar, skrivar hsf.fo.

Skráin fyri Faxe Kondi steypafinalurnar 
Fríggjadagin 19. februar:
kl. 18.30 G16: H71 – Neistin
kl. 20.00 D16: H71 – Neistin

Leygardagin 20. februar:
kl. 09.00 G10B: Stjørnan – H71 c
kl. 09.45 D10B: ÍA a – Team Klaksvík b
kl. 10.30 G12B: H71 c – StÍF a
kl. 11.25 D12B: H71 b – ÍA a
kl. 12.20 G10A: Neistin a – VÍF a
kl. 13.05 D10A: Team Klaksvík a – H71 a
kl. 13.50 G12A: VÍF a – H71 a
kl. 14.45 D12A: H71 a – Team Klaksvík a
kl. 17.00 Kvinnur: H71 – Neistin
kl. 19.30 Menn: H71 – Neistin

Sunnudagur 21. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 13.45 G14B: Stjørnan a – Kyndil b
kl. 14.45 D14B: ÍA – StÍF
kl. 15.45 G14A: H71 a – Kyndil a
kl. 16.45 D14A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.45 G18: EB – H71 a
kl. 18.55 D18: H71 a – Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder