Fótbóltur

Tvey ár á Svangaskarði

Tað verður ikki í bræði at kollfirðingar fáa sín málmann aftur. Hondbóltsmálverjin Joakim Jürs verður næstu tvey árini fótbóltsmálverji.

Joakim Jürs (Mynd: B68)

Joakim Jürs (Mynd: B68)

2021-02-23 20:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tann dagin, tá KÍF skuldi á vitjan hjá Neistanum í seinnu hálvfinaluni í Faxe Kondi-kappingini, kom fram, at málverjin hjá kollfirðingum seinastu árini, Joakim Jürs, ikki fór at vera við.

Danin hevði skift ítróttagrein, og skuldi spæla sum málverji hjá B68. Og í dag er sáttmáli undirskrivaður.

Hesum boðar B68 frá í kvøld. Joakim Jürs varð partur av fyrstudeildarhópinum hjá B68 í 2020, men bara‚ tá steðgur var í hondbóltinum.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

24 ára gamli Joakim Jürs hevur undirskrivað tvey ára sáttmála við toftamenn, sum í ár skulu royna seg í Betri deildini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder