Annað

Úrslit frá barna- og ungdómsfinalunum í gjár

Hjá teimum ungu vunnu Mjølnir og SÍ tveir dystir í part – Seinnapartin eru aftur finalur á skránni.

D15 liðið hjá SÍ, sum vann á Ternuni í gjár

D15 liðið hjá SÍ, sum vann á Ternuni í gjár

2021-02-28 12:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið eru steypafinalurnar í flogbólti á skránni í Høllini á Hálsi í Havn. Leygardagin vóru fýra barna- og ungdómsfinalur á skránni, umframt steypafinalurnar í meistaradeildini hjá monnum og kvinnum.

Hjá monnum var tað ÍF, sum gjørdust steypavinnarar, og hjá kvinnum var tað sum gjørdust steypavinnarar.

Hjá teimum ungu gjørdust úrslitini hesi:

G12: Mjølnir – Dráttur, 2 – 1 (25-16, 21 – 25 og 15-6)

Fyrsta finalan gjørdist ein spennand 3-settari millum G 12 hjá Mjølni og Drátti, sum endaði við at Mjølnir vann 2-1.

[object Object]

Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari.

Fremst frá vinstru: Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.

Bestu leikararnir vóru Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Mjølnir, og Elisabet Nattestad, Dráttur.

[object Object]Elisabet Norðoy Vilhelmsen og Elisabet Nattestad (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

G14 b: Mjølnir – B 71, 2 – 0 (25-18 og 25 - 19)

B 71 var í síni fyrstu steypafinalu í flogbólti, men hóast tær vóru á odda eitt skifti í 2. setti, so megnaðu tær ikki at vinna sett í gjár, men taptu 2-0 móti Mjølni.

[object Object]

Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Rebekka Eysturskarð, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari.

Fremst frá vinstru: Lisa T. Venned, Eva Kallsberg Jacobsen, Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.

Bestu leikararnir vóru Maria Teresa Vitalis, Mjølnir, og Elsi Blástein, B 71.

[object Object]Maria Teresa Vitalis og Elsi Blástein (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

D 15: SÍ – Ternan, 2 – 0 (25 – 15 og 25 – 17)

Dreingjaflogbólturin hevur rættuliga rest røtur hjá Ternuni á Toftum og í gjár vóru teir í steypafinaluni ímóti SÍ. Men hóast at framgongdin hevur verið stór, so megna teir tó ikki enn at vinna á sigursvanda SÍ.

[object Object]

Aftast frá vinstru: Silas Poulsen, Elias Petersen, Tóki í Haraldstovu, Róar í Haraldstovu, Einar Torgrímsson, Jón Weihe Simonsen, venjari.

Fremst frá vinstru: Andres Nolsøe Metivier, Lukas Poulsen, Karl Volles, Rógvi Reynstind.

Bestur leikarar vóru Silas Poulsen, SÍ, og Hanus Højgaard, Ternan.

[object Object]Silas Poulsen og Hanus Højgaard (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

G 19: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 20 og 25 – 23)

Hóast Fleyr var á odda móti endanum á 2. setti, so vístu sørvágsgentur enn einferð, at royndirnar hava fest røtur hjá teimum, tí stillisliga vunnu tær seg fram um og vunnu 2. settið 25-23 og harvið dystin 2-0. Ein væl leiktur dystur, sum tað mesta av tíðini eisini var spennandi.

[object Object]

Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Tanja Falkvard, Anja Sólja Niclasen, Bára Jansdóttir, Sofía Weihe Simonsen, Eva Gunn Niclasen, Tóta Búadóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe.

Fremst frá vinstru: Sólfríð Højgaard Poulsen, Janna Falkvard, Rannveig Rós Joensen, Josefina Katrina Eliasdóttir, Hallgerð Tonysdóttir Haraldsen, Inga Helena Henriksen.

Bestu leikarar vóru Inga Helena Henriksen, SÍ, og Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ternan.

[object Object]
Inga Helena Henriksen og Hanna Iansdóttir Biskopstø (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder