Fótbóltur

Sleppa ikki í gongd í Noregi fyrrenn 1. mai

Koronastøðan í Noreg órógvar framvegis. Harvið skulu fleiri føroyskir leikarar bíða, til teir av álvara koma í gongd við spennandi avbjóðingar í feløgunum.

Gilli Rólantsson og hinir leikararnir í fremstu norsku deildunum noyðast at brynja seg við toli (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson og hinir leikararnir í fremstu norsku deildunum noyðast at brynja seg við toli (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-11 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst varð tað flutt frá 20 mars til 5. apríl, men nú er tað greitt, at eingin dystur verður í teimum trimum fremstu mansdeildunum í Noreg ella í bestu kvinnudeildini fyrrenn fyrst í mai.

Hetta boðar norska fótbóltssambandið, sum hevur tikið avgerðina í samráð við Norsk Toppfotball (NTF), Toppfotball Kvinner (TFK) og Divisjonsforeningen (DF), frá í kunningarskrivi í dag. Orsøkin er koronafarsóttin:

- Vit skilja, at tá vit eru í einari krevjandi støðu við vaksandi smittutali í pørtum av landinum, so noyðist fótbólturin at vera við til at minka um ferðavirksemi. Samskifti við myndugleikarnir er gott, men signalini harfrá hava verið tey, at tað er ov tíðliga at lata ov nógv upp fyri slíkum. Tí hava vit útsett 1. umfar í hesum deildunum til fyrst í mai.

Hetta sigur Nils Fisketjønn frá kappingardeildini hjá norska fótbóltssambandinum millum annað í skrivinum. Hann vísur eisini á heimasíðuni á, at fyri at byrja eina kapping á høgum støði og fyri at fyrireika leikararnar ordliga er neyðugt við vanligum uppstarti í nakrar vikur. Tí varð eisini mett, at hetta var besta loysnin. Tað fer tó at geva nakrar avbjóðingarnar at avgreiða kappingina, og tær skulu loysast.

[object Object]
Meinhard Olsen og Jann Benjaminsen eru javngamlir og hava spælt nakað av fótbólti saman. Her hittast teir í dysi í Betrideildini - teir eru nú báðir í norskum fótbólti men sleppa ikki av álvara í gongd enn (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Rógvi Baldvinsson og Bryne skulu royna seg á hægri støði, tá kappingin fer í gongd (Mynd: Sverri Egholm)

At kappingarbyrjan aftur er flutt merkir, at nógvir føroyskir leikarar ikki av álvara sleppa í eldin í sínari heimligu kapping fyrrenn 1. ella 2. mai.

Gilli Rólantsson er farin úr Brann, men spælir nú í Odds, sum eisini er í Eliteserien. Í næstbestu deildini, nevnd OBOS-ligaen, spæla nakrar aðrir landsliðsleikarar. Ári Mohr Jónsson er framvegis í Ulf-Sandnes, Rógvi Baldvinsson og Bryne eru fluttir upp úr triðbestu deildini, og nú er Meinhard Egilsson Olsen eisini partur av tí hópinum. Tveir føroyskir leikarar eru fluttir til lið í triðbestu deildina, PostNord-ligaen. Patrik Johannesen og Jann Benjaminsen fáa ikki sín byrjanardyst fyri ávíkavist Egersund og Hødd fyrrenn í fyrsta lagi 1. mai.

Ivasamt er, um hesir leikararnir verða tøkir til A-landsliðið, ið verður úttikið í næstum, og sum skal spæla undankappingardystirnar síðst í mánaðinum. Orsøkin er strongu krøvini um sóttarhald í Noreg, og tí er ivasamt, um feløgini vilja leysgeva leikararnar til uppgávurnar á landsliðnum. Um leikararnir fara, so missa teir jú eisini ein umráðandi part av uppstartinum. Allir hesir nevndu leikararnir, fyriuttan Jann, vóru fast ella so at siga fast við farna heyst.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder