Fótbóltur

Video: Kunnu vænta strævnan og harðan dyst

- Hetta verður ein hørð vika við trimum dystum á útivølli, men tað verður spennandi, sigur Hallur Hansson. Føroyska A-landsliðið spælir hóskvøldið á útivølli ímóti Moldova.

2021-03-23 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hallur Hansson er glaður fyri at vera komin heim aftur til Føroya. Hann kom í dag upp í føroyska landsliðshópin, sum í morgin setur kósina út í heim, har tríggir útidystir bíða í HM-undankappingini.

Fyrst á breddanum er Moldoviska landsliðið, og dysturin verður spældur í høvuðsstaðnum Chisinau hóskvøldið klokkan 19:45 føroyska tíð.

Vit hittu hann til venjingina á Tórsvølli um middagsleitið. Sí video omanfyri.

placeholder
placeholder