Fótbóltur

Video: Dreymurin at koma á landsliðið

Petur Knudsen er fyri fyrstu ferð við á A-landsliðnum. Hetta er ein dreymur, og eg eri spentur til uppgávuna, sigur runavíkingurin, sum vónar at fáa onkrar minuttir á vøllinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-03-23 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ein hvør drongur sum byrjar at sparka hevur dreym um at koma á landsliðið, og tað havi eg eisini havt dreymar um. Og eg fari fult og fast eftir tí eisini, sigur Petur Knudsen, sum er úttikin til landsliðið fyri fyrstu ferð, og í morgin fer saman við hinum í hópinum til Moldova.

Hann fer at royna at fáa so nógvar minuttir sum møguligt, sigur hann.

Hósdagin 25. mars spæla Moldova og Føroyar á Cymbru stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau. Sunnudagin verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og síðan taka skotar ímóti á Hampden Park í Glasgow mikudagin 31. mars. Allir dystirnar byrja klokkan 19:45, føroyska tíð.

Sí samrøðuna við Petur Knudsen omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder