Fótbóltur

Skræddir sundur í Skotlandi

Føroyski verjuparturin sá alt annað enn gott út í pørtum av dystinum, og tað gjørdu Premier League-leikararnir hjá heimaliðnum sær dælt av. 4-0 tapið ger, at Føroyar hava latið sjey mál inn seinastu tveir dystirnar og tapt 23-3 í seks dystum samanlagt í Skotlandi.

(Mynd: Uefa.com)

(Mynd: Uefa.com)

2021-03-31 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki tí, at Skotland kom til eitt hav av møguleikum á Hampden Park í kvøld.

Eysturríkar høvdu tvífalt so nógvar skotroyndir í dystinum sunnukvøldið, men ímóti skotunum góvu føroyingar uppaftur meira pláss í nøkrum støðum: Fyrst í okkara høgru síðu, har Andy Robertson úr Liverpool og Kieran Tierney úr Arsenal í fleiri førum sluppu at dusa sær, og hóast føroyska liðið var vælmannað í brotsteiginum millum annað í tveimum støðum í 2. hálvleiki, so stóðu skotar ov ofta púra fríir - við 2-0 máli og serliga 4-0 máli var hetta heilt galið. Gilli Rólantsson var einsamallur og fekk ikki forða fyri innlegginum og ávíkavist mitt fyri málinum og við aftaru stong varð slett ikki dekkað upp, og harvið gjørdist triðja málið uppá 18 minuttir veruleiki.

Tað var í slíkum førum, at Føroyar sóu út sum eitt lið, ið kann fáa stórar trupulleikar í hesari undankappingini, nú støði á mótsstøðuni er farið upp í mun til í Nations League. Byrjanin í kvøld var eisini alt annað enn góð, hóast Meinhard Olsen kom í eina góða støðu, sum hann spilti burtur. Longu eftir ein hálvan minutt fekk Ryan Fraser næstan eitt frítt skot, ið Gunnar Nielsen tó fekk fatur á, og heimaliðið sat annars á øllum spælinum.

Sjey minuttir seinni var Gunnar prísgivin: Skotland fekk skift spælið út í sína vinstru, og Tierney fann við einum "cutbakki" ein púra frían John McGinn mitt í brotsteignum - Aston Villa-leikarin skoraði eisini púra ótarnaður til 2-0. Í samband við 1-0 málið vóru bæði Hallur Hansson og Jákup Biskopstø Andreasen, ið hesaferð fekk møguleikan frá byrjan, burtur, tí teir royndu at vinna bóltin beint áðrenn beint uttanfyri brotsteigin, og miðverjarnir og bakkarnir vóru farnir inn í málteigin at verja.

[object Object]Gunnar Nielsen skuldi í trimum av fýra málunum royna at verja fyri skotum, ið vóru púra fríir í brotsteignum - við 3-0 málið hevði maðurin ið hevur vart málið í øllum trimum undankappingardystunum betri fyritreytir (Mynd: UEFA)

Tá Skotland skoraði til 3-0 átti málverjin sín lut. Che Adams úr Southampton vendi hegnisliga Gunnar Vatnhamar, ið hesaferð var í miðverjuni, av, Sonni Ragnar Nattestad trein fram ímóti, og gjørdi at áleyparin ikki hevði møguleikan at skjóta í longra málhornið. Ístaðin smekkaði Adams til eftir nærru stong út tjúgu metrum. Skotið var hart og út ímóti stólpanum, men sigast kann ikki, at Gunnar Nielsen var nóg kvikur. 

Stórur munur var á liðnum, ið tað á sín hátt "eigur at vera", í pørtum av spælinum, men frameftir skaptu Føroyar fleiri góðar støður. Brandur Hendriksson hevði eitt sera gott langskot eftir áleið eitt korter, men Craig Gordon fekk armin á. Seint í dystinum fekk Gordon eisini hondina á góðan stútara frá innskifta Patrik Johannesen, men tað var Jóan Símun Edmundsson, ið fekk teir størstu møguleikarnar.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson, ið er úti í kuldanum í Bielefeld, kom í tríggjar heilt góðar støður í skotska brotsteignum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í tveimum førum sá hann ikki út til at vera nóg til reiðar, ella at taka eina nóg skjóta/rætta avgerð, tá bólturin datt til hann púra frían og beint uttanfyri málteigin. Í fyrra førinum var støðan 1-0, toftamaðurin hevði so gott sum tómt mál, og ongan ið trýsti men fekk ikki skot á. Tað gjørdi Bielefeld-leikarin seinni í 2. hálvleiki, tá tá eydnaðist Føroyum at gera eina hornakombinatión, men Jóan Símun, ið hevði runnið væl. skeyt langt uppum.

Samanumtikið var tað eitt sindur at undrast á, at nakrir leikarar, ið als ikki eru skarpir í mun til at spæla kappingardystir, spældu so nógv í teimum trimum dystunum. Nógvir leikarar spældu heilt nógv ella fult í teimum trimum dystunum, meðan í miðverjuni tykist venjaratoymið at leita eftir loysnum - Odmar Færø noyddist eisini út við skaða í fyrsta dystinum.

Góð tíð verður til tað, tí Føroyar spæla ikki aftur fyrrenn í juni, tá tveir venjingardystir verða á Tòrsvølli (Ísland og Liktinstein) Kappingardystir verða ikki aftur fyrrenn í september. Tá verður talan um tríggar heimadystir. Í hesum fyrstu trimum útidystum fingu Føroyar eitt stig. Málúrtøkan er 2-8.

HM-undankapping, 3.umfar - bólkur F
31.03, Hampden Park, Glasgow
Skotland - Føroyar 4-0 (1-0)
7' John McGinn (Kieran Tierney) 1-0
53' John McGinn (Kieran Tierney) 2-0
60' Che Adams 3-0
70 'Ryan Fraser (Andy Robertson) 4-0

Føroyar (4-4-2/4-5-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad (76' Rógvi Baldvinsson), Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (58' Patrik Johannesen), Hallur Hansson (L), Jákup Biskopstø Andreasen (58' Klæmint Andrasson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson (76' Heini Vatnsdal), Meinhard Egilsson Olsen (58' Ári Mohr Jónsson)

Á forsíðu okkara ber til at atkvøða fyri dagsins leikara.

Hini úrslitini í bólkinum: 
Eysturríki - Danmark 0-4
Moldova - Ísrael 1-4

Støðan eftir trý umfør
1. Danmark (9 stig)
2. Skotland (5 stig)
3. Ísrael (4 stig)
4. Eysturríki (4 stig)
5. Føroyar (1 stig)
6. Moldova (1 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder