Annað

Norðurkorea luttekur ikki í OL í Tokyo

Olympiska nevndin í Norðurkorea hevur, orsakað av korona, tikið avgerð um, at landið ikki luttekur í OL í summar.

Kim Il Guk, norðurkoreanski ráðharrin í ítróttamálum (Mynd: EPA)

Kim Il Guk, norðurkoreanski ráðharrin í ítróttamálum (Mynd: EPA)

2021-04-07 15:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá OL fer av bakkastokki í japanska høvuðsstaðnum Tokyo í summar, verður tað uttan luttøku úr Norðurkorea.

Olympiska nevndin í landinum hevur tikið avgerð um ikki at senda ítróttafólk til OL í summar, tí mann ynskir at verja tey móti koronu.

Hendan avgerðin varð tikin á fundi hjá nevndini 25. mars, har Kim Il Guk, ráðharri í ítróttamálum, eisini var til staðar, skrivar Ritzau.

OL verður í Tokyo í døgunum 23. juli til 8. august. Orsakað av koronu sleppa útlendskir áskoðarar ikki inn at fylgja við kappingunum. Hesum boðaðu fyriskiparar frá í mars.

Les eisini: Útlendskir áskoðarar sleppa ikki til OL í Tokyo

Norðurkorea luttók í vetrarleikunum í Suðurkorea í 2018, og leikirnir høvdu við sær, at støðan millum londini batnaði eitt tíðarskeið.

Fyrstu ferð Norðurkorea luttók í vetrar-OL var í 1964, og fyrstu ferð landið luttók í summarleikunum var í 1972. Tilsamans hevur landið fingið 56 heiðursmerki, harav 16 gullheiðursmerki.

Boðað verður eisini frá, at Norðurkorea heldur ikki fer at luttaka í parolympisku leikunum, sum verða í døgunum 24. august til 5. september, upplýsir Altjóða Parolympiska Nevndin (IPC).

Les eisini: Osaka í undantaksstøðu: Olympiski eldurin sleppur ikki at ferðast gjøgnum býin

placeholder
placeholder