placeholder
Fótbóltur

Fótbóltsheimurin skelkaður yvir ætlanirnar hjá teimum stóru

12 tey ríkastu feløgini í Evropa hava ætlanir um at kollvelta evropeiskan fótbólt, halda viðmerkjarar.

2021-04-19 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stór øsing er í fótbóltsheiminum í dag eftir at 12 av teimum størstu fótbóltsfeløgunum í Evropa hava ætlanir um at byrja teirra egnu fótbóltsliga.

- Hetta er pengagreði tá hon er allarljótast. Her verður ikki hugsað um fjepparaskaran, tey ið elska fótbólt. Hetta snýr seg bara um at fáa til vega enn fleiri pengar til tey, sum eiga tey størstu fótbóltsfeløgini í Evropa í løguni.

Soleiðis ljóðar frá so at siga øllum fótbóltsserfrøðingunum, sum higartil hava gjørt viðmerkingarnar til uppskotið um Super League, sum kom fram í gjár.

Sum skilst er talan um 15 evropeisk feløg, sum verða føddir limir í hesi liguni, og sum koma at spæla fast í hesi kappingini. Møguleiki verður so hjá fimm feløgum afturat at koma vinna sær luttøku í hesi kappingini.

Síðan verður spælt miðvikudystir, byrjandi í august í ár, í tveimum bólkum við 10 liðum í hvørjum. Liðini spæla seg so víðari til fjórðings-, hálv og at enda eina finalu, har vinnarin av Super League verður funnin.

Fyribils eru 12 lið við í ætlanini. Úr Onglandi eru tað Manchester United, Manchester City, Liverpool, Tottenham, Chelsea og Arsenal, úr Italia AC Milan, Inter og Juventus og úr Spania Real Madrid, Barcelona og Atletico Madrid.

Ongi lið úr Týsklandi eru við enn og heldur ikki úr nøkrum øðrum evropeiskum landi. Harvið eru tvey av bestu liðunum í Evropa, týska Bayern München og franska PSG ikki við, og hetta kann vera tekn um, at semja ikki er um ætlanina millum evropeisku stórfeløgini.

Viðmerkjarar hava bert látur til yvir, eitt nú at eitt felag sum Arsenal, ið ikki hevur verið í námind einum Champions League plássi í longri tíð, nú dittar sær at kunngera seg sum fastan lim í eini liga uttan upp- ella niðurflyting fyri tey útvaldu.

Viðmerkjarar ivast stórliga í, um leikarar og venjarar eru eftirspurdir um teir vilja vera við, og teir eru so heilt vísir í, at fótbóltsfjeppararnir ikki eru eftirspurdir.

Eisini landastjórnir og fótbóltssamgongurnar eru ímóti hesi ætlan hjá nøkrum fáum liðum. Sagt verður, at hetta er ein kollvelgint, ein ætlan um at oyðileggja bygnaðin av fótbóltsfeløgunum, sum hann er í løtuni.

Uefa – evropeiska fótbóltssamgongan – ávaraði í gjár um, at spælarar, ið tóku lut í hesi nýggju liguni, í framtíðini fóru at verða bannaðir frá landskappingum og altjóða kappingum bæði á evropeiskum og alheims støði, og eisini bannaðir frá at spæla á teirra landsliðum, skrivar BBC.

Altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, tók ikki so harðliga til orðanna. Teimum dámar ikki ætlanina, men Fifa mælir til hóvsemi og at farið verður undir eitt kjak um ætlanirnar, sum vónandi ikki verður til skaða fyri fótbóltin.

Hetta er kriminelt
Ein tann fyrsti at taka til orðanna og harðliga mótmæla ætlanini var viðmerkjarin hjá SkySports, fyrrverandi Manchester United-liðskiparin, Gary Neville, sum var skelkaður.

- Hetta er kriminelt. Feløgini eiga at verða tveitt út úr fótbóltskappingini, heldur Gary Neville

Hann er ikki bara skelkaður um ætlanina, sum hann als ikki tekur undir við, men serliga yvir ‘timingina’. At koma við eini slíkari ætlan, sum bara snýr seg um at skaffa meira pengar til eigararnar, júst nú, tá heimurin er í eini umfatandi heilsukreppu, og øll fótbóltsfeløgini hava stórar fíggjarligar trupulleikar orsaka av korona-støðuni, líkist ongum, heldur Gary Neville.

Herundir er reaksjónin hjá Gary Neville beint eftir dystin hjá Manchester United í gjár:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder