Í løtuni hita leikararnir hjá Føroyum og Kekkia upp á bláa gólvinum í Høllini á Hálsi. Teir báðir dómararnir, ið skulu leiða dystin, eru eisini komnir út á gólvið. Tað serliga við teimum er, at teir eru føroyingar.
Tað er óvanligt, at dómararnir hava sama tjóðskap sum leikararnir á øðrum liðinum, men eitt undantak er gjørt í dag. Orsøkin er, at annar av litavisku dómarunum fekk staðfest koronu, tá hann kom til landið í gjár.
Kringvarpið skrivar, at evropeiska hondbóltssambandið tók avgerðina um at seta føroyskar dómarar, Bárð og Jógvan, og at kekkar góðtóku avgerðina, so at dysturin kundi avgreiðast og ikki verða útsettur fyri triðju ferð.
Harvið fáa Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimsvík seg royndar í altjoða dysti í kvøld, og teir kenna teir allarflestu leikararnir væl frá føroysku kappingini.
Dysturin millum Føroyar og Kekkia byrjar klokkan 19.45. Vit hava ymiskt tilfar av staðnum. Dysturin kann síggjast hjá Kringvarpinum - FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald