Hondbóltur

Video: Føroyskt mál millum fimm tey bestu

Mál hjá Eliasi á Skipagøtu er millum fimm tey bestu í landsdystunum, sum hava verið seinastu vikuna.

2021-05-03 17:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska A-landsliðið í hondbólti hevur gjørt vart við seg seinastu dagarnar. Við góðum spæli og enntá einum sigri á Kekkia fríggjakvøldið eru eygu vend móti Føroyum.

Evropeiska hondbóltssambandið hevur kosið fimm tey bestu málini hesa vikuna, og Føroyar eigur eitt teirra.

Tað er eitt mál hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum hann fekk í dystinum móti Kekkia.


placeholder
placeholder