Fótbóltur

FC Barcelona vann Champions League

Vunnu 4-0 á Chelsea í gjárkvøldið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-17 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanska liðið FC barselona vann í gjárkvøldið Champions League finaluna í fótbólti fyri kvinnur.

Spanska liðið fekk eina dreymabyrjan, og kom á odda longu í fyrsta minutti av dystinum, tá Chelsea gjørdi sjálvmál.

Og longu áðrenn 20 minuttir vóru farnir av dystinum, var Barcelona komið upp á bæði 2-0 og 3-0.

Støðan í hálvleikinum var 4-0. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum ongantíð gjørdist spennandi.

Champions League finalan hjá kvinnunum varð spæld í Göteborg í Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder