Annað

Nógv íslandsross at síggja í ToppRoss uttandurakappingini

Um vikuskiftið var onnur ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í seks ymiskum flokkum.

2021-05-17 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá talan er um kappingar við íslendskum rossum, so er tað tøltkappingin T1, sum ofta er tann mest spennandi og flottasta at síggja. T1 krevur nógv av bæði rossi og reiðfólki.

Nógvir tímar við miðvísari venjing av bæði rossi og reiðfólki eru farnir afturum, áðrenn pørini eru klár at kappast í T1, har spakuligt tølt, skjótt tølt og tølt við ferðøkingum skal vísast.

Í finaluni skal enntá ríðast bæði vinstra og høgra um, so tilsamans skulu pørini halda fokus, reint gongulag og týðiliga ferð í upp til 12 umgangir á ríðibreytini – og tað krevur nógv av bæði rossi og reiðfólki.

Ikki óvæntað vóru tað Knút Lützen og Kári, sum gjørdust nummar eitt við 7,67 stigum, meðan Jacklin Durhuus og Hafdís komu inn á eitt flott annað pláss við 7,0 stigum og Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi vunnu 3. plássið við 6,72 stigum.

Seks ymiskar kappingar
Umframt T1 varð kappast í tøltkappingunum T2 og T7, fjórðgong – V1 og V5 – og eisini høvdu tvey pør meldað til í F1, sum er fimmgongd, har eisini skeið skal vísast, umfram fet, tølt, trav og lop.

Tað er stuttligt at síggja, hvussu góð nógv ross eru – hetta vísir, at fólk leggja nógva orku og áhuga í venjing og kappingar.

Tryggjað sær luttøku til FM í juli
Fyri at kunna kappast um FM-heitið, skal eitt par hava luttikið í minst tveimum innleiðandi uttandurakappingum. Henda møguleikan eru tað longu nógv pør, ið hava tryggjað sær.

Ein innleiðandi kapping er eftir, áðrenn FM verður 8.-10. juli.

Til allar kappingarnar verða eisini steyp latin til tað parið, har serliga gott samband er millum ross og reiðfólk og til tað parið, sum er serliga snøgt og vakurt at líta á. Hesaferð vann Jacklin Durhuus samreiðssteypið og Valborg Hallursdóttir Laksáfoss vann røktarsteypið.

Úrslitini av kappingunum gjørdust:

T1:
1. Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
2. Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum
3. Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

T2:
1. Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
2. Bárður Johannessen og Syrpa frá Syðri-Hofdölum

T7:
1. Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
2. Halla Askersdóttir Hansen og Gáta frá Víðinesi 
3. Beinta Niclasen og Hulda fra Nordal

V1:
1. Knút Lützen og Vestri frá Vestra-Fíflholti
2. Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
3. Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Kamilla frá Árbakka

V5:
1. Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
2. Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði
3. Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu

F1:
1. Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
2. Elisabeth Niclasen og Litbrá frá Brávöllum 

placeholder
placeholder