Fótbóltur

Allur fótbóltur avlýstur

Kappingarnevndin í FSF hevur avgjørt at avlýsa allan fótbólt fyribils. Eisini teir dystirnir sum skuldu vera í bestu kvinnu- og mansdeildunum í dag.

B36 og HB skuldi eftir ætlan bresta saman á Tórsvølli seinnapartin. Tað verður av ongum fyribils (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 og HB skuldi eftir ætlan bresta saman á Tórsvølli seinnapartin. Tað verður av ongum fyribils (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-24 10:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ætlan skuldu fýra dystir í 12. umfari í Betri Deildini hjá monnum verði spældir í dag, umframt at fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum eisini var á skránni.

Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at vegna koronastøðuna, sum nú er íkomin, er allur fótbóltur fyribils avlýstur.

Hvussu leingi steðgurin verður, er støða ikki tikin til enn.

Eftir ætlan skuldi tíðindafundur verða í FSF-húsinum í morgin, har A-landsliðið við monnum til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein skuldi kunngerast. Væntandi verða landsdystirnir spældir sum ætlað, men tíðindafundurin er avlýstur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder