placeholder
Fótbóltur

Fótbólturin verður tikin uppaftur í vikuni

Seinni í dag ella í morgin er væntandi greitt, nær útsettu dystirnir verða spældir, og steypadystirnir, sum skuldu vera um vikuskiftið verða væntandi spældir sum ætlað – við áskoðarum, sigur formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar sum ætlað. Fyrst á skránni er dysturin millum NSÍ og 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar sum ætlað. Fyrst á skránni er dysturin millum NSÍ og 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-26 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin boðaði Fótbóltssambandið frá, at allur fótbóltur varð avlýstur fyribils orsakað av koronustøðuni. Tann morgunin boðaðu myndugleikarnir frá, at 16 nýggir tilburðir vórðu staðfestir seinasta samdøgrið, og at talan var um bretska frábrigdið.

Teir fýra dystirnir í 12. umfari av Betri Deildini hjá monnum og dystirnir í fremstu deildini hjá kvinnum, sum skuldu spælast tann dagin, vórðu fyribils avlýstir, og ógreitt var, hvussu leingi steðgurin fór at vara.

Talið á tilburðum, sum hava verið staðfestir seinastu dagarnar hevur tó verið lítið, hóast fleiri túsund kanningar eru gjørdar seinastu dagarnar, og Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, upplýsir nú fyri Portalinum, at fótbólturin verður tikin uppaftur í vikuni.

Nýggj dagfesting til teir útsettu dystirnar er við at koma uppá pláss, og væntandi er alt komið uppá pláss seinni í dag ella í morgin, sigur hann.

Fjórðingafinalurnar í steypakappingini hjá monnum, sum skuldu vera um vikuskiftið, verða spældar sum ætlað, sigur Róin Schrøter, og so vítt hann veit, verður tað við áskoðarum. Ein av fjórðingsfinalunum – millum B71 og HB – stendur tó til at verða útsett til 9. juni, eftir at korona er staðfest í hópinum hjá HB.

Fjórðingsfinalurnar

28. mai: NSÍ – 07 Vestur
29. mai: EB/Streymur – B36
30. mai: ÍF – Víkingur 
9. juni: B71 – HB (útsettur frá 30. mai)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder