Fótbóltur

Video: - Vit hava lagt eitt grundarlag fyri framtíðina

Landsliðsvenjarin fegnast um, at liðið hevur fingið vant so nógv saman seinastu tíðina og sigur, at har eru greiðir menningarmøguleikar. Dragan Brljevic sigur eisini, at liðið skal gerast betri at halda fokus.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-06 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er úr Kroatia, men búði í langa tíð í Svøríki har hann var virkin sum leikari á hægsta støði og síðani sum venjari. Í fjør kom hann til Føroya at arbeiða við Kyndli, og síðani oktober hevur hann verið kvinnulandsvenjari.

Fyrsta stóra uppgávan hjá Dragan Brljevic var undan-undankappingin á heimavølli. Hon er júst liðug og hilnaðist væl hjá Føroyum. Tað eydnaðist føroyska kvinnulandsliðnum at vinna 21-19 á Finnlandi fríggjakvøldið og 29-25 á Ísrael í kvøld.

- Móti Finnlandi runnu vit leingi aftaná, men leikararnir vístu veruliga, hvat tær kunnu við at venda dystinum. Í dag hava vit leiðsluna allatíðina, men missa so fokus eina løtu og tað verður ikki hugsað nógv um liðið, men meira um ein sjálvan. Vit halda ikki avtalurnar eina løtu í 2. hálvleiki, men tá vit gera tað, so ssæt góðskan, sum liðið hevur.

Soleiðis segði 56-ára gamli landsliðsvenjarin millum annað í samrøðuni við Portalin eftir dystin. Hann vísti á, at kappingin hevur víst, at her eru góðir menningarmøguleikar og avbjóðingar, ið skulu loysast. Tað sum Dragan serliga fegnast um, er nógva venjingin áðrenn kappingina.

- Vit høvdu jú fýra vikur saman áðrenn dystirnar, og har fingu vit lagt eitt grundarlag fyri framtíðina, og genturnar hava tikið tingini ógvuliga væl til sín.

Venjarin sigur, at hópurin verður saman í august aftur, tá størst fokus verður á tann einstaka leikaran. Síðani er ætlanin, at landsliðið kemur saman nakað áðrenn fyrsta undankappingardystin, ið verður í Rumenia 6. oktober.

Sí eisini:

Guðrið Ellingsgaard: Tað er longur upp man vil

Bára Krossteig Hansen: Ikki so nógv uppá seg at skora uppá brotskøstini

Súna Krossteig Hansen: Gleða okkum at spæla ímóti Danmark


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder