Fótbóltur

Skelkur setti Føroyar í gongd

Fyrstu tjúgu minuttirnir á Tórsvølli vóru marrukendir hjá heimaliðnum, tí hóast leikliga yvirvág var spælið ikki gott og Liktinstein kom á odda. Løtu seinni varð 1-1, og síðani hevur Brandur Hendriksson skorað tvær ferðir.

Útiliðið kom á odda. Føroyar hava vunnið allar dystirnar higartil móti Liktinstein - ongantíð við meira enn tveimum málum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Útiliðið kom á odda. Føroyar hava vunnið allar dystirnar higartil móti Liktinstein - ongantíð við meira enn tveimum málum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-07 20:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson hevði gjørt fimm broytingar í byrjanaruppstillingini í mun til dystin móti Íslandi fríggjakvøldið. Hetta hevur havt sína ávirkan, men fyrstu tjúgu minuttirnar var tað samanlagt bara ikki gott nokk frá føroyska liðnum, ið ikki fekk spælið at koyra. Alt ov nógvar feilalveringar vóru at síggja, har ímillum har tað varð satsað ov nógv, og fleiri flytingar tóktist ikki at sita heilt. Heðin Hansen spældi á vejrukenda miðvøllinum og hevur harvið umráðandi leiklut í spælinum, men hann hevur fyri stuttum veirð í sóttarhaldi, og HB-leikarin hevur sæð óskaprir út á bóltinum. Longur frammi á vøllinum vóru trupuleikkar at fáa nakað sum helst at eydnast fyrstu løtuna. 

Liktinstein skoraði uppá einasta málmøguleikan, ið liðið hevði. Jóannes Kalsø Danielsen misti bóltin nakað inni á mótstøðuhálvuni, bólturin varð sendur fram og slapp at ferðast allan vegin til Max Göppel, ið megnaði at fáa bóltin framvið Teiti Gestssyni við nærmaru stong. Teitur var komin inn í málið longu eftir tíggju minuttir, tá Tórður Thomsen, ið spældi sín fyrsta landsdyst í yvir sjey ár, noyddist út eftir at hava fingið ein stoyt í knæðið.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Jens Kr. Vang

Hetta var ein smeitur hjá føroyska liðnum, ið tó fekk svarað aftur næstan beinanvegin: Gott uppspæl í vinstru, Viljormur Davidsen sendi bóltin væl innfyri, og hann fór í málið umvegis vinstra forlær hjá Klæminti Andrassyni Olsen. Føroyska spælið byrjaði at síggja betri út, Jóan Símun Edmundsson, ið hevur verið ein av leikarunum sum hevur havt trupulleikar at fáa tingini at hanga saman í fyrra hálvleiki, kom til ein góðan møguleika, og Sølvi Vatnhamar var eisini nær við.

Løtu seini spældi Sølvi væl saman við Jóannes í høgru og legði væl innfyri, har Brandur Hendriksson setti pannuna á. Bert tríggjar minuttir seinni økti Brandur til 3-1, og skálvíkingurin hevur harvið higartil skorað fýra landsliðsmál í trimum dystum móti Liktinstein. Hann hevur havt tvær aðrar skotroyndir - í triðja málinum var tað Heini Vatnsdal, ið fann miðvlarranum í miðlliumrúminum,. Brandur fann Meinhardi, ið royndi at spæla Klæmint, men umvegis til eitt bein endaði bólturin aftur hjá Brandi, sum stutt inni í brotsteingum smekkaði bóltin í málið.

Føroyska liðið hevur nú tamarhald á støðuni og flytir bóltin væl. Í hálvleikinum koma Petur Knudsen, Odmar Færø og Hallur Hansson inn. Hetta váttaði Eli Hentze fyri Kringvarpinum fyri lítlari løtu síðani. Føroyar spæla eisini 4-4-2 frá nú av.

Føroyar - Liktinstein (3-1)
19' Max Göppel 0-1
22'Klæmint Andrasson Olsen 1-1
38'Brandur Hendriksson Olsen 2-1
41'Brandur Hendriksson Olsen 3-1

Føroyska liðið (4-5-1)
Tórður Thomsen (11' Teitur Matras Gestsson) - Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Brandur Hendriksson, Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder