Fótbóltur

Video: Sjálvandi ætla vit til EM

- Vit skilja hvønn annan væl, spælið kann gerast uppaftur betri, og vit fara eftir øllum stigunum, ið eru at fáa í undankappingini - eisini í dystunum móti Fraklandi, sigur tvímálsskjúttin á U21-landsliðnum, Jonn Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-08 20:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19-ára gamli klaksvíkingurin legði Føroyar á odda við stútara miðskeiðis í seinna hálvleiki, og í 83. minutti vísti Jonn Johannessen aftur, at hann er vandamikil í brotsteignum, tá áleyparin var fyrstur á einum leysum bólti.

[object Object]

[object Object]
Jonn Johannesen syrgdi fyri, at dysturin ikki var spennandi seinastu løtuna - tíverri varð Steffan Løkin skaddur í støðuni eftir samanstoyt við málverjan (Myndir: Sverri Egholm) 

Armenia varð sent til hús við ongum í fyrsta undankappingardystinum, og tað eydnaðist væl við nógvum nýggjum monnum: 

- Hetta var ein góð byrjan uppá kappingina. Allir "steppa upp" í dag, vit skilja væl hvønn annan, og spælið verður uppaftur betri.

Sí eisini: 
Jonn tryggjaði Føroyum trý stig í fyrstu royndini
Myndir: Føroyar - Armenia


Jonn er ikki bangin fyri at stíla høgt: 

- Vit fara eftir øllum stigunum, ið liggja har til at taka - eisini tey ímóti Fraklandi. Sjálvandi skulu vit royna at koma til EM-endaspælið

Í september koma júst fraklendingar á vitjan. Fýra dagar áðrenn spæla Jonn og liðfelagirnir aftur móti Armenia - hesaferð á útivølli.

U21 EM-undankapping
Svangaskarður, 08.06
Føroyar - Armenia 2-0 (0-0)
68' Jonn Johannessen (Stefan Radosavljevic) 1-0
83' Jonn Johannessen 2-0

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chkukwudi, Pætur Turiðarson Skipanes - Símun Sólheim (60' Áki Debes Samuelsen), Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, Lukas Greena Giessing - Jonn  Johannssen

Steffan Ábrahamsson Løkin og Ingi Jonhardsson komu inn seint í dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder