Fótbóltur

Video: - Heilt heilt fantastiskt at byrja uppá hendan mátan

Tað sigur liðformaðurin á U21-landsliðnum, sum legði upp til 1-0 málið. Tvøramaðurin í HB vísir eisini á, at 2-0 sigurin á Armenia ger, at hugurin at arbeiða víðari á sama hátt er øktur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-08 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skorar, tá hann spælir fyri U21-landsliðið á Svangaskarði. Soleiðis hevur tað verið hjá 20-ára gamli tvøramaðurin, ið hevur nógvar dygdir í álopskenda spælinum og hevur verið sera umráðandi fyri U21-landsliðið seinastu tvey árini.

Les eisini: Stefan skorar hvørjaferð á Svangaskarði

Í kvøld var hann liðformaður, tá Føroyar byrjaðu undankappingina við 2-0 sigri á Armenia: 

- Tað er heilt, heilt fantastiskt at byrja við einum sigri. Tað ger, at hugurin at arbeiða víðari á sama hátt verður størri. Vit geva heldur ikki ordliga nakrar møguleikar burtur í kvøld. Verjuparturin var góður, og tað er umráðandi, segði Stefan millum annað í viðtalu við Portalin eftir dystin.

Hann skoraði ikki hesuferð, men miðvallarin legði upp til 1-0 málið hjá Føroyum og var eyðsýndur í spælinum hjá heimaliðnum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Talan var U21-landsdyst nummar ellivu hjá Stefani Radosavljevic.

U21 EM-undankappingina
Svangaskarður, 08.06
Føroyar - Armenia 2-0 (0-0)
68' Jonn Johannessen (Stefan Radosavljevic) 1-0
83' Jonn Johannessen 2-0

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chkukwudi, Pætur Turiðarson Skipanes - Símun Sólheim (60' Áki Debes Samuelsen), Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, Lukas Greena Giessing - Jonn  Johannssen

Steffan Ábrahamsson Løkin og Ingi Jonhardsson komu inn seint í dystinum


Sí eisini: 
Jonn Johannessen: Sjálvandi ætla vit til EM
Bagge: Tað fyrsta er hugburðurin
Myndir: Føroyar - Armenia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder