Fótbóltur

Lene Terp hevur sett sítt fyrsta lið

Í øllum førum Maria á Lakjuni og Hervør Olsen fáa sín fyrsta A-landsdyst í dag, tá Føroyar og Estland spæla hálvfinalu í Baltic Cup. Fyrsta bríksl verður klokkan 14.

Lene Terp hevur nógvar royndir sum leikari og venjari á hægsta stigi. Nú skal hon royna at flyta føroyska kvinnulandsliðið rætta vegin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Lene Terp hevur nógvar royndir sum leikari og venjari á hægsta stigi. Nú skal hon royna at flyta føroyska kvinnulandsliðið rætta vegin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2021-06-10 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um stutt yvir ein tíma bresta Føroyar og Estland saman í hálvfinalu í venjingarkappingini Baltic Cup. Dysturin verður spældur á Alytus Stadium í Litava.

Seinastu tríggjar dagarnar hevur føroyska liðið fyrireika seg í Litava, og nú hevur Lene Terp, ið tók við í vetur, sína fyrstu byrjanaruppstilling sum føroyskur landsliðsvenjari til reiðar:

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen (KÍ) - Maria á Lakjuni (Víkingur), Birita Ryan (KÍ), Rakul Maria Johannesen (B36), Ásla Johannesen (FC Nordsjælland) - Julia Naomi Mortensen (HB), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (Víkingur), Heidi Sevdal (NSÍ), Olga Kristina Hansen (B36) Lea Símunardóttir Lisberg (EBS/Skála) - Hervør Hansdóttir Olsen (KÍ)

[object Object]
Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Harvið eru seks av liðunum í Betrideildini umboðaði. Tvær fáa sín fyrsta A-landsdyst: Talan er um 19-ára gamlu Mariu á Lakjuni, ið byrjar á høgra bakki, og 24-ára gomlu Hervør Olsen, sum er toppskjútti í Betrideildini og spælir í álopinum.

[object Object]Maria á Lakjuni (t.v.) saman við liðfelagnum úr Víkingi, Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir. Báðar byrja inni í dag (Mynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]
Hervør Olsen til venjingina í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar)

Á bonkinum sita Anna Sunadóttir Hansen, Sara Samson Lamhauge, Tóra Mohr, Emma Hansdóttir og Julia Helena Dal Henriksen.

Dysturin móti Estlandi byrjar klokkan 14 føroyska tíð, og hann kann stroymast á youtube rásini hjá litaviska fótbóltssambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder