Fótbóltur

Norðlýsið og radio.fo fara at gera EM studio

Fyrsta útvarpssendingin um endaspælið verður í annaðkvøld klokkan 19.

Stjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, verður sjálvur gestur í fyrstu sendingini, ið verður í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Stjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, verður sjálvur gestur í fyrstu sendingini, ið verður í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-10 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld byrjar EM-endaspælið hjá monnum, ið verður fyri fyrstu ferð í fimm ár. Spenningurin millum fótbóltssáhugaði er stórur, nú annað av teimum heilt stóru endaspølunum fyri landslið endliga er aftur á skránni. Gitingar, metingar, og tippikappingar verða gjørdar, Fantasy-lið verða sett, og nógv gera seg til reiðar til nógvar tímar frammanfyri einum skíggja við nógvum grønum á komandi mánaðan.

Byrjanardysturin verður bríkslaður í gongd í Rom í morgin klokkan 20. Ein tíma áðrenn fara klaksvíkingar í luftuna við fyrstu av mongu útvarpssendingum komandi mánaðan, ið bert snýr seg um kappingina um at gerast evropameistari.

Les eisini: EM: Niðurteljingin er av álvara byrjað

Radio.fo framleiðir sendingina í samstarvi við Norðlýsið. Hetta er onnur samstarvsroyndin hjá teimum. Tann fyrra var serliga Norðoyastevnusendingin, sum var seinasta leygarkvøld.

Norðlýsið hevði tíggju HM studio, ið vóru framleitt sum video, tá HM-endaspælið var í Russlandi í 2018. Hesaferð fer lokalmiðilin at royna seg við útvarpi, og nakað yvir tíggju sendingar vera.

[object Object]
Kristian Joensen, sum millum annað er kendur sum dartleikari, stadionspeakari við Djúpumýru og "quiz-master", fer at vera vertur (Mynd: Sverri Egholm)

Eins og fyri trimum árum síðani verður Kristian Joensen vertur. Sendingin kann hoyrast á HM studio og framleiddu 10 sendingar á video.

Fyrsti gesturin verður eingin annar enn stjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen. Kristian og Jóhann fara í annaðkvøld at tosa um bólkaspælið, um ymsu liðini, um hvør man fara avstað við gullinum og mangt, mangt annað, skrivar Norðlýsið í fráboðan í dag

Kringvarp Føroyar fer at vísa 32 dystir frá endaspælinum, og Suni Merkistein fer javnan at hava EM-tíðindi í útvarpinum. Portalurin fer at fylgja endaspælinum os tætt sum gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder