Fótbóltur

Føroyar víðari eftir brotssparkskapping

Hervør Olsen legði Føroyar á odda og skoraði brotssparkið, ið vísti seg at verða avgerandi. Í brotssparkskappingini bjargaði Óluva Allansdóttir Joensen tveimum skotum, og Føroyar skulu spæla finalu í Litava sunnudagin.

Hervør Hansdóttir Olsen hevði ein sera góðan fyrsta landsdyst fyri Føroyar (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hervør Hansdóttir Olsen hevði ein sera góðan fyrsta landsdyst fyri Føroyar (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-06-10 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist, eins og væntað, ein javnur dystur, tá Føroyar og Estland hittust í hálvfinaluni í Baltic Cup seinnapartin. Liðini spældu javnleik í venjingardysti á Tórsvølli fyri fimtan mánaðum síðani og hava spælt javnt áður.

Tað endaði eisini við javnleiki millum Føroyar og eitt av teimum trimum baltisku londunum í dag 1-1. Fáir málmøguleikar vóru í fyrra hálvleiki, men Føroyar høvdu fleiri betri støður, og stutt fyri hálvleik legði Hervør Olsen Føroyar á odda. Ásla Johannesen sendi horna inn úr høgru, ið málverjin ikki fekk boksað nóg væl burtur, Jensa Tórolvsdóttir sendi bóltin móti málinum, og toppskjúttin í Betrideildini stútaði bóltin afturum seg seinasta pettið, so hann fór inn í málið og varð ikki ruddaður burtur í málteignum. Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá Hervør, og klaksvíkingurin, ið eisini er fimleikari, feiraði málið við manér.

[object Object]


[object Object]Fyrsta málið undir Lene Terp og fyrsta landsliðsmálið hjá Hervør Olsen er veruleiki (Myndir: Bjarni Enghamar/FSF)


Estland svaraði aftur tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá eitt hart og gott skot frá brotsteigarmarkinum fór allan vegin upp í longra málhorn. Hervør hevði besta møguleikan at leggja Føryar á odda aftur, men tað stóð á jøvnum 1-1 eftir 90 minuttir, og so var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna finaluliðið.

Har var neyðugt við seks skotum hvør. Óluva Allandsdóttir Joensen bjargaði brotssparki nummar tvey hjá Estlandi, men Jensa skeyt uppum við sparki nummar trý hjá Føroyum. Næstu fýra spørkini fóru í málið, harav tað fimta hjá Føroyum, ið Sara Samson Lamhauge noyddist at skora uppá fyri at halda Føroyum inni, men so las Óluva aftur ein skjútta hjá Estlandi og fekk fatur á bóltinum. So kundi liðfelagin úr KÍ avgera alt, og tað gjørdi Hervør trygt, og so var stórur fagnaður í føroysku leguni.

[object Object]
(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Harvið skulu Føroyar spæla finalu sunnudagin ímóti litavisku vertunum ella Lettlandi. Talan var um ein landsdyst, har føroysku kvinnurnar høvdu bóltin nógv meira enn í undankappingardystum, og fingu flutt hann væl til tíðir. Tað tykist at vera ein rímiliga greið ætlan við, hvat Lene Terp vil við liðnum, ið eisini var vælskipað í verjustøðu. Heidi Sevdal hevði ein nýggjan leiklut sum verjukendur sentralur miðvallari.

Baltic Cup, hálvfinala
Føroyar - Estland 1-1 (1-0) 6-5 samanlagt eftir brotsspørk
42' Hervør Olsen (Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) 1-0
56' 1-1

Brotssparkskapping:
0-1
1-1 Heidi Sevdal
Óluva A. Joensen bjargar
1-2 Ásla Johannesen
2-2
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir brennur
2-3
3-3 Julia Naomi Mortensen 
3-4
4-4 Sara Samson Lamhauge
Óluva A. Joensen bjargar
5-4 Hervør Hansdóttir Olsen

Føroyar (4-5-1): Óluva Allansdóttir Joensen (KÍ) - Maria á Lakjuni (Víkingur), Birita Ryan (KÍ - 26' Sarita Maria Mittfoss, HB), Rakul Maria Johannesen (B36), Ásla Johannesen (FC Nordsjælland) - Julia Naomi Mortensen (HB), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (Víkingur), Heidi Sevdal (NSÍ), Olga Kristina Hansen (B36) Lea Símunardóttir Lisberg (EBS/Skála) - Hervør Hansdóttir Olsen (KÍ)

Sara Samson Lamhauge, Tóra Mohr og Julia Helena Dal Henriksen komu eisini á vøllin. Hjá teimum báðum síðstnevndu var talan um fyrsta A-landsdystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder