Fótbóltur

AB-leikarar fingið koronu: Dystir avlýstir um vikuskiftið

Fleiri leikarar, sum vandu við næstbesta og besta mansliðnum hjá AB mánadagin hava fingið staðfest koronu, og eru nógvir leikarar nú í sóttarhaldi – Tí verða dystirnir hjá hesum liðum, sum skuldu spælast um vikuskiftið, útsettir.

Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-11 14:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dystirnir hjá besta og næstbesta mansliðnum hjá AB, sum skuldu spælast um vikuskiftið, eru útsettir, boðar AB frá í fráboðan á Facebook.

Orsøkin er, at korona er staðfest hjá fimm leikarum, sum vandu við ávikavíst næstbesta- og besta mansliðnum hjá felagnum mánadagin, og tí eru nógvir av leikarunum í sóttarhaldi.

– Vit vóna, at smittan ikki spreiðir seg enn meira, og at okkara menn kunnu koma í gongd aftur við at venja og spæla dystir sum skjótast, skrivar AB.

Dystirnir, sum eru útsettir eru:

  • 12. juni, 1. deild menn: HB-AB
  • 12. juni, 2. deild menn: AB-ÍF
  • 13. juni, U21-steypakapping: FC Hoyvík-AB
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder