Kappróður

Myndir: FM-kappróður á Fjarðastevnu

Fyrsti FM-róðurin í ár var á Fjarðastevnu á Skála seinnapartin. Uttan áskoðarar og uttan nakað stevnutiltak.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-12 21:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

So eydnaðist at avgreiða fysta FM-róðurin í ár. Tað var á Skála, har Fjarðastevna eftir ætlan skuldi vera í dag.

Men eins og Norðoyastevna síðsta vikuskifti, var eingin stevna. Hinvegin var skipað fyri FM í kappróðri, hóast tað var uttan áskoðarar.

Tíðirnar síggjast her (stavnur.fo)

Sí myndirnar sum Jens Kristian Vang tók seinnapartin:

placeholder
placeholder