Fótbóltur

Eydnaðist ikki at basa Litava

Føroysku kvinnurnar taptu 2-0 móti vertstjóðini í finaluni í Baltic Cup.

Føroysku kvinnurnar iðra seg um brotssparkið (Mynd: Litaviska fótbóltssambandið)

Føroysku kvinnurnar iðra seg um brotssparkið (Mynd: Litaviska fótbóltssambandið)

2021-06-13 14:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eydnaðist ikki føroysku kvinnum at vinna finaluna í Baltic Cup í Litava seinnapartin.

Mótstøðuliðið var vertstjóðin, og litavisku kvinnurnar løgdu seg á odda longu tá eitt gott korter varð leikt. Føroyska liðið var í óbalansu eftir at hava mist bóltin í skjótálopi, og við høvdinum legði Rimante Jonusaite Litava á odda 1-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Føroyska liðið hevði nakrar møguleikar, men var ov lítið vandamikið í støðunum.

Tá 77 minuttir vóru leiktir av dystinum kom bólturin í hondina hjá Saritu M. Mittfoss, og dómarin hevði einki annað val, enn at døma brotsspark til heimaliðið. Eitt brotsspark, sum varð umsett til mál, og tá gjørdist ov tungt hjá okkara kvinnum.

Litava vann 2-0 í finaluni í Baltic Cup, sum er kapping millum baltisku londini umframt Føroyar, og sum hevur verið leikt í litaviska býnum Alytus um vikuskiftið.

Litava - Føroyar 2-0 (1-0)
16’ Rimante Jonusaite 1-0
78’ Ugne Lazdauskaite 2-0 (br.)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder